Messias hevur eina trífalda tænastu fyri okkum
Jesus er miðdepilin í øllum, sum Skriftin lærir okkum. Hann er kongur, profetur og høvuðsprestur.
Hetta er seinna grein um Kristus-profetiir í Gamla testamenti. Les ta fyrru her.
Hví tosa vit í grundini um Messias, tá vit nema við forsagnirnar um Jesus í Gamla testamenti? Messias er hebraiska orðið fyri tann salvaða. Tað svarar til tað grikska orðið Kristus. Og tað sipar til ta skipan í Gamla testamenti, har ein varð salvaður við olju, tá ein varð vígdur til eina serliga tænastu. Henda salvuoljan var eitt symbol uppá ta andskraft, sum Gud gjørdi sínar tænarar út við. Og Kristus er her útgjørdur sjeyfalt, einki minni: Við anda Harrans, anda vísdóms og vits, anda ráðs og kraftar, anda kunnskapar og ótta Harrans. (Tað er hetta, sum lambsins sjey horn og sjey eygu í Opinberingini 5,6 ímynda.)
“Men av Ísai runni skal kvistur spretta fram og angi av rótum hans bera frukt. Og andi Harrans skal hvíla yvir honum, andi vísdóms og vits, andi ráðs og kraftar, andi kunnskapar og ótta Harrans” (Jes 11,1-2).
Tann serliga tænastan, sum ein í Gamla testamenti varð salvaður til, var tænastan sum høvuðsprestur, sum kongur og sum profetur. (At salva ein profet verður sjáldan umrøtt í Gamla testamenti, helst tí at profeturin ofta var sera atfinningarsamur móti samfelagnum og tí neyvan varð fevndur av eini rituellari handling mitt í fólkinum; men tað verður tó umrøtt í sambandi við, at Elia salvar Elisa.)
Sostatt gjørdist andssalvingin ein mynd av trífaldu, andsbornu tænastuni hjá Kristusi júst sum kongur, sum profetur og sum prestur!
Kongurin
“Men av Ísai runni skal kvistur spretta fram.”
Ísai var pápi Dávids; og Gud hevði jú lovað, at Dávids ætt skuldi vera kongaætt í Guds fólki til æviga tíð. Men hóast Dávids ætt enn var til, var tíð hennara sum kongaætt langt síðani farin. Eins og eitt ættartræ, sum er høgt niður, so einans stabbin er eftir.
Men nú sprettur stubbin aftur. Tað kemur nevniliga ein nýggjur “Dávid”, ein kongur eins og Dávid, ein eftirkomari Dávids, føddur í dávidsbýnum Betlehem. Men hann skal ikki einans vera kongur fyri Ísrael; hann skal til æviga tíð vera heimskongur!
Mong hava roynt at skriva ein brúdleypssang! Tað gjørdi pápi mín ofta. Og í Sálmi 45 hava vit sanniliga ein ektaðan brúdleypssang til kongsins brúdleyp! Vit skulu nokk ikki ímynda okkum, at sangurin er býttur út við borðini; men undir veitsluni hevur ein yrkjari stigið fram og framborið sangin sum ein heiður til kongin og brúður hansara.
Tað skelkandi er, at mitt í sálminum kallar sálmaskaldið brádliga kongin fyri Gud:
“Um allar ævir skal stólur tín, Gud (av onkrari orsøk er ‘Gud’ ikki við í týðingini hjá Dahl/Viderø, men í grundtekstinum og øllum øðrum týðingum, sum vit hava kannað, red.), standa, rættvísisstavur er tín kongastavur! Rætt tú elskar, og órætt tú hatar; tí hevur Gud, tín Gud, teg salvað við gleðismyrsli fram um felagar tínar!” (Sl 45,7-8)
Tá ið vit vita, hvussu nógv Ísrael hataði eitt og hvørt slag av avgudadyrkan, er tað ófatiligt, at nakar hevur hættað sær at siga soleiðis – alment! Ein kann ímynda sær, hvussu fólk undrandi hava teskað saman undir veitsluni! Einasta frágreiðing er í grundini, at Heilagi Andin hevur verið sterkari enn hondin hjá rithøvundinum sjálvum: Hann brýtur karmarnar.
Tað skelkandi steðgar ikki her; her verður sagt beint fram, at Gud salvar Gud: “Um allar ævir skal stólur tín, Gud, standa… tí hevur Gud, tín Gud, teg salvað.” Og av tí at tað jú er við Andanum, at Messias verður salvaður, so hava vit her altso eina játtan til tríeindina: Gud salvar Gud við Gudi.
Tá tann gamli Jákup liggur til tað síðsta, savnar hann synir sínar rundanum seg og signar teir – ella rættari: Hann profeterar um lagnuna hjá teimum og ættunum. Við Júda sigur hann so: “Ljónshvølpur er Júda; frá ráni tú rísur, sonur mín. Hann legst á ból og rembist eins og ljónið, eins og kvennljónið; hvør torir at reka hann upp? Kongastavurin skal ikki víkja frá Júda og veldissprotin ikki frá fótum hans, til hann kemur, sum stavin skal hava, og sum tjóðirnar skulu lýða” (1 Mós 49,9-10). Hiðani stavar orðingin leyvan av ættargrein Júda um Kristus í Opinberingini (Opb 5,5).
So kongaættin Júda hevur í grundini einans kongastavin til láns! Ein dag kemur tann sanni kongurin, sum skal hava stavin!
Profeturin
Vit eru kanska ikki so glað fyri, at muslimar kalla Jesus fyri “ein profet” – men í grundini hava tey rætt í tí. Tað er hann eisini.
Tá Heilagi Andin var komin yvir Jesus í dópinum, steig Jesus fram í synagoguni í heimbýi sínum Nasaret; og so lat hann Jesaja-rulluna upp og “fann niður á tann staðin, har sum skrivað stóð”. (Tað er jú ikki nakað, sum ein bara blaðar til í eini bók; ein má rulla og rulla stór pergamentørk frá øðrum stavi til hin! Og har hava ikki verið kapittlar at fara eftir; hann hevur verið noydur at lesa seg ígjøgnum væl av teksti fyri at vita, nær hann kom fram):
“Andi Harrans er yvir mær, av tí at hann hevur salvað meg, til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum, til at kunngera eitt Harrans náðiár” (Luk 4,18-19).
Hetta hevur Jesaja jú sagt og meint um seg sjálvan; men nú yvirtekur Jesus so at siga tekstin og ger orðini til síni egnu: Andi Harrans er komin yvir meg; og nú skal eg boða ein góðan boðskap – sum ein sannur profetur!
Og hann gevur orðunum eina nýggja vend: Tað, Jesaja boðaði sum ein frælsisboðskap fyri teir kúgaðu jødarnar í Bábylon, boðar Jesus nú sum ein frælsisboðskap fyri øll fólk til allar tíðir. Hann kunnger eitt náðiár – tað sipar til ta løgnu skipanina í Móselógini, at í fagnaðarárinum, sum er 50. hvørt ár, skulu allir fangar verða leyslatnir, øll skuld skal verða eftirgivin, og øll seld jørð latast aftur til sínar upprunaligu eigarar. Alt tað fær nú ein nýggjan og ævigan týdning.
Deyðans og Djevulsins fangar verða leyslatnir; øll okkara skuld verður strikað, og paradísið verður latið menniskjunum aftur.
Lukasevangeliið steðgar endurgevingini her. Kanska tí at næsti setningur hjá Jesaja meira snýr seg um leyslatingina frá Bábylon: ”… og hevndardag Guds várs, til at ugga øll, ið syrgja.” Men tað kann jú hugsast, at tað eisini snýr seg um Kristus, nevniliga um langafríggjadag, har øll skuldin hjá ættini verður hevnd inn á tann skuldarfría.
Presturin
“Harrin segði við harra mín: “Set teg við høgru hond mína, til tess at eg fái tínar fíggindar lagt sum eina fótskør undir føtur tínar… Svorið hevur Harrin og ikki tað angrar: Tú prestur skalt verða um allar ævir á Melkisedeks vísi” (Sl 110,1.4).
Aftur møta vit einum teksti, sum brýtur øll mørk hjá Ísrael. Í Ísrael kundi ein kongur ongantíð vera prestur! – eina av tí grund, at kongurin altíð skuldi koma av Júda ætt og presturin altíð skuldi koma av Levi ætt. Hugsanin um ein prestakong var enntá ein serlig skemd í Ísrael, tí hon var so vanlig í fruktbærisdyrkanum kring Miðeystur.
Tí fer sálmaskaldið eisini heilt aftur til tíðina áðrenn Ísrael, til Melkisedek, sum var prestakongur á Ábrahams døgum. Og Hebrearabrævið hevur eina fantastiska útlegging júst av leiklutinum hjá Melkisedeki sum fyrimynd uppá Kristus (Hebr 7). Hann verður umrøddur “uttan faðir, uttan móður, uttan ættartal”. Tað merkir ikki, at hann ikki er føddur sum eitt vanligt menniskja; men at ættartræ hansara ikki verður nevnt, er fyri ein jødiskan lesara ófatiligt, tí sum prestur skal ein jú kunna greiða frá ætt síni aftur til Levi/Áron!
Men Jesus er, eins og Melkisedek, ikki prestur vegna sín ættfaðir, men “eftir kraft av óforgongiligum lívi”. Harafturat stóð prestadømi hansara, longu áðrenn hann var komin, omanfyri tað ísraelitiska prestadømið – eins og evangeliið stendur omanfyri lógina.
At Kristus var prestur, merkir ikki, at hann leiddi gudstænastur ella tílíkt; men hann var offurprestur. Hann bar sítt egna lív, sítt egna blóð, sum eitt fullkomið syndaoffur fram fyri Gud. Gud ofraði á Golgata Gud til Guds:
Sonurin ofrar lív sítt sum syndaoffur til Faðirin.
“Men tá ið Kristus var komin sum høvuðsprestur fyri hinum komandi góðu lutunum, tá gekk hann inn ígjøgnum hina størru og fullkomnaru tjaldbúðina, sum ikki er gjørd við hondum, tað er; sum ikki er av hesum skapningi; og gekk ikki heldur við blóði av bukkum ella kálvum, men við sínum egna blóði eina ferð með alla inn í halgidómin og vann æviga loysn” (Hebr 9,11-12).
Her hava vit einans skavað í yvirflatuni av tí risastóra evninum, sum eitur Kristus í Gamla testamenti. Væl skulu vit vara okkum fyri yvirtulkingum; men tað er longu ríkiligt at gera við teimum tekstum, sum eru nóg greiðir.
At hetta evnið hevur havt so stóran týdning fyri meg, hongur saman við tveimum tingum: Tað fyrra er, at tað váttar, at tann Heilaga Skriftin er vorðin til á ein undurfullan og ófatiligan máta. Tað seinna er, at Kristus veruliga er miðdepil í øllum, sum Skriftin lærir okkum.
Hetta er seinna grein um Kristus-profetiir í Gamla testamenti. Les ta fyrru her.