Profetiini um Messias peika í smálutum á Jesus

Forsagnirnar í Gamla testamenti geva einans meining, soleiðis sum Nýggja testamenti skilir tær: Sum profetiskar forsagnir um Jesus.

Hetta er fyrri partur um Kristus-profetiir í Gamla testamenti.

Í nógv ár havi eg havt ein dreym: Tá eg einaferð fari heilt uppá pensjón, fari eg at skriva eina bók – eina yvirvaksna bók – so stóra, at eingin tímir at lesa hana! Um Kristus í Gamla testamenti!

Tað evnið var eitt av mínum yndisevnum, tá eg var lærari á bíbliuskúlanum hjá Indre Missión. Og tað er tað framvegis.

Tá eg var ungur, hevði eg ta kensluna, at ein við góðum vilja kundi kroysta nakrar fáar tekstir úr Gamla testamenti, sum ein – eisini við góðum vilja – kundi tulka sum Messias-forsagnir. Men sum árini gingu, vísti tað seg jú, at tað helt als ikki. Vit tosa ikki um nakrar fáar tekstir, har man líkasum skal leypa frá túgvu til túgvu; vit tosa um ein hóp av tekstum, sum í smálutum peika fram ímóti Guds soni, sum skuldi koma í heimin í Guds fólki!

Profetiskar forsagnir, sum lógu fastar

Og ikki nóg mikið við tí. Lærari mín í átrúnaði á miðnámi greiddi okkum frá, at tað var einki undurfult við profetiunum: Tá Jesus vaks upp, kundi hann jú síggja í onkrum av tekstunum, at Messias skuldi koma úr Galilea; so flutti hann sjálvandi bara til Nasaret; og hey! so er tað gingið út. Og hann sá í tekstunum, at Messiaskongurin skuldi koma ríðandi á einum esli; so fann hann sær eitt esil; og hey! so er tað gingið út.

Eg fall eitt sindur í fátt har í flokkinum, tí hesum kundi eg jú ikki so væl siga nakað ímóti. Tað var ikki fyrrenn nógv seinni, tá eg av álvara byrjaði at læra tekstirnar at kenna, at eg varnaðist, at tað kundi ein siga um nakrar fáar av tekstunum; men meginpartin hevði Jesus onga ávirkan á.

Messias skuldi jú sambært Mika bók verða føddur í Betlehem. Skuldi Jesus so hava teskað til Mariu og Jósef: – Kunnu tit ikki skunda tykkum til Betlehem og føða meg har? Ella tá hann lesur í 22. sálmi, at hann uppá rómverskan máta skal verða hongdur upp og negldur fastur (heldur enn at verða steinaður uppá jødiskan máta, sum øll væntaðu); skuldi hann so siga við Jødiska ráðið: – Eg skuldi helst verðið krossfestur; kunnu tit ikki heldur útflýggja meg til rómverjarnar? Ella skuldi hann uppi frá krossinum kikka eftir ondini og siga við hermenninar: – Tað stendur í 22. sálmi, at tað skal verða lutakast um klædning mín; kunnu tit ikki skunda tykkum at ringla?

LES EISINI  Messiasprofetiini

Nei.

Orðingarnar í forsagnunum í Gamla testamenti liggja fastar øldir áðrenn Kristus. Og viðvíkjandi ítøkiligu uppfyllingunum, hevur hann í flestu førum hvørki kunna gjørt til ella frá.

Tær geva einans meining, soleiðis sum Jesus og ápostlarnir lósu tær: Sum profetiskar forsagnir um Jesu lív, deyða og uppreisn – øldir áðrenn alt hetta fór fram í søguni!

Barnið

Heldur enn at hyggja at teimum mest týðandi tekstunum í raðfylgju, býta vit teir upp í høvuðsevni. Fyrsta høvuðsevnið snýr seg um Messias sum barnið: Tá Gud endiliga uppfyllir síni stóru lyfti til heimin og kemur til jarðar, stígur hann ikki niður í einum slagi av øvutari himmalsferð, við trompetum og basúnum og fagnaðarrópum. Hann letur seg føða! – sum tað veikasta og mest óguddómliga av øllum: Eitt hjálparleyst lítið menniskjabarn.

Hann, sum við einum orði skapti heimin, má læra seg at siga “mamma”.

Hann, ið sum Gud var allastaðni og hevði alt guddómligt vald, má nýta eitt korter til at grulva yvirum túnið til verkstaðin hjá pápa sínum.

“Eg seti fjandskap millum teg og konuna, millum avkom títt og avkom hennara; tað skal morla høvur títt, og tú skalt bíta tað í hælin!” (1 Mós 3,15)

Tað er so løgið, at heimsins fyrsta forsøgn um Messias ikki vendir sær til tey menniskju, sum vóru skapað í Guds mynd, og sum hann fór at koma fyri at bjarga, men heldur vórðu vend til mótstøðumann hansara, Ormin. Tað skal vera fíggindskapur millum Sátan og ættina hjá kvinnuni, millum andaher Sátans (“avkom títt”) og Guds egna son (“avkom hennara”).

Ein ótrúlig detalja er í tekstinum. Tá Jesus verður krossfestur, verða naglarnir eftir øllum at døma ikki negldir gjøgnum lógvarnar og føturnar, hóast tað er tað, sum vit eru von við at ímynda okkum. Teir hava verið drivnir gjøgnum skøvningin og hælin. Tað vita vit frá beinagrindum av krossfestum fólkum í rómverskari tíð.

LES EISINI  Kristus uppfyllir Guds lyfti

Men enn størri týdning hevur tað jú, at Sátan í roynd og veru drepur Guds son! Og ein skuldi jú væntað, at við tí hevði Sátan vunnið, og Gud hevði tapt. Men tað beint øvuta gjørdist veruleiki; Sátan “sigraði at Helviti til”, sum ein sigur, og Gud vann. Deyðin gjørdist sóningin fyri alla heimsins synd, og uppreisnin gjørdist sigurin á øllum deyða í heiminum.

“Tú, Betlehem Efrata, eina minst av Júda túsundum, frá tær skal tó koma hann, sum høvdingi skal vera yvir Ísrael; frá forðum er upphav hans, frá ævinleikans døgum” (Mika 5,1).

Tá vísmenninir koma úr Eysturlondum og leita eftir jødanna nýfødda kongi, fara teir heilt logiskt niðan á slottið og spyrja Heródes. Hann ger, sum ein plagar, tá ein vil doyva trupul mál eitt sindur niður; hann koyrir málið í nevnd! Men sjálvt hansara korruptu skriftkønu kunnu skjótt svara: Tað hava teir vitað alla tíðina; Messias, sonur Dávids, skal verða føddur í Betlehem! Á Jesu døgum er Betlehem einki at reypa av; einans ein lítil býur. Men tað er heimstaðurin hjá Dávidi! So hvaðani skuldi eftirkomari Dávids, tann nýggja Dávidskongurin, annars koma?

Men mótsett øllum okkum øðrum (Dávid íroknaður), sum jú ikki verða til fyrrenn ta løtuna, vit verða gitin, er upphav Messiasar “frá forðum, frá ævinleikans døgum”. Hjá Gudi, í ævinleikanum, hevur hann altíð verið! – Tað kemur enn sterkari fram í næsta teksti.

Gudmenniskjað

“Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Gud, ævinnar faðir, friðarhøvdingi” (Jes 9,6).

Einaferð, tá børn míni vóru lítil, bleiv eg eitt sindur argur inn á henda tekstin. Hvørjum líkist tað at leggja eitt høvdingadømi á eitt lítið barn; er tað ikki at gera seg inn á barnið? Men frágreiðingin kemur í næsta setningi: Hann er “veldigur Gud, ævinnar faðir”.

Tað er heilt ófatiligt.

Og sum tað má hava verið bæði løgið og torført fyri jødarnar at handfara: Barnið er Gud sjálvur!

Ikki einans guddómligur, ikki einans ein gudssonur ella ein hálvgudur, men sjálvur ævinnar Faðir.

Sjálvt eftir allar bíbliutímarnar og øll hesi árini kunnu tárini framvegis sníkja seg upp í eygu míni. Hugsa tær! Hann er Gud á sama hátt, sum Faðirin er Gud. Og hann er menniskja á sama hátt, sum tú og eg eru menniskju. Einki við onkustaðni mitt ímillum, men bæði tvey fult og heilt.

LES EISINI  Nýggja testamenti

Her kann eingin átrúnaðarlig djúphugsan ella religiónsfilosofi fylgja við.

“Tí skal Harrin sjálvur geva tykkum tekin: Sí, moyggin verður við barn og føðir son, og hon kallar hann Immanuel” (Jes 7,14).

Hetta er eitt av fáum støðum, har ein skeptisk gudfrøði hevur sett sín dám á donsku týðingina (frá 1992). Tað stendur ikki “den unge kvinde”, men moyggj. Fyri tað fyrsta: Tá hebraiska orðið alma verður brúkt í Gamla testamenti, er tað næstan allastaðni í einum samanhangi, har talan heilt greitt er um ógiftar, ungar kvinnur. Tað eru einstøk støð, har ein kann kjakast um tað; men tað er ikki eitt einasta stað, har tað heilt greitt snýr seg um giftar, ungar kvinnur. Fyri tað næsta: Tað eru ikki kristnir, men jødiskir týðarar, sum – øldir áðrenn Jesus! – finna uppá at týða alma við grikska orðinum fyri “moyggj”. Tí kann Matteus vísa á henda tekstin sum skriftprógv fyri, at Messias skuldi verða føddur av eini moyggj. Matteus skrivar fyri skeptiskum, jødiskum lesarum; og um tað yvirhøvur hevði verið ein møguleiki at týða alma øðrvísi enn við moyggj, so hevði hann gjørt seg sjálvan til gjøldur.

Nei, vit kunnu trygt lesa versið soleiðis, sum kristna kirkjan hevur gjørt tað allar øldirnar til okkara tíð: At tað frammanundan sipar til orðini hjá einglinum til Mariu, at Heilagi Andin skuldi koma yvir hana, og hon skuldi verða við barn, hóast hon ikki hevði verið saman við einum manni.

Og enn betri: Tá Guds sonur kemur til okkara, er hann frá fyrst til síðst á okkara síðu: Hann er Immanuel, “Gud við okkum”.

Hugsa tær: Hin Heilagi, Hin Ævigi, Hin Einasti, sum hevur alla grund og allan rætt til at vera ímóti okkum, hann er fyri okkum. Ikki einans tí at hann er kærleiksfullur og tolin og umberandi, men fyrst og fremst tí Messias sónaði alt tað, sum bagdi okkum.

 

Seinni partur um Kristus-profetiir í Gamla testamenti kemur næsta leygardag.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina