Nýggja testamenti

Gamla testamenti varð til yvir eitt tíðarskeið upp á 1.000 ár, men skriftirnar í Nýggja testamenti vórðu til upp á umleið eina hálva øld, frá umleið ár 50 til 100 e.Kr.

Kjarnin í Nýggja testamenti er frásøgnin um Jesus. Hansara lív, deyði og uppreisn. Gamla testamenti vísir frameftir móti hesum, sum einaferð skal henda. Nýggja Testamenti váttar øllum hesum, at tað hendi, sum Gamla testamenti hevði sagt.

Á henda hátt verða hesir báðir partarnir í Bíbliuni knýttir saman, sum forsagnir og uppfylling.

Níggju rithøvundar hava givið okkum tær skriftirnar, sum í dag eru Nýggja testamenti. Paulus, kristindómsatsøkjarin, sum gjørdist trúboðari, hevur skrivað 13 av bókunum í Nýggja testamenti. Ápostulin Jóhannes hevur latið fimm av skriftunum úr hondum. Ápostulin Pætur hevur skrivað tvær. Einasti ikki-jødiski høvundurin er grikski læknin Lukas. Eisini hann hevur latið tvær av skriftunum úr hondum: Lukasarevangeliið og Ápostlasøguna.

Tað er annars áhugavert at hava í huga, at tveir Jesu brøður skriva hvørt sítt bræv í Nýggja testamenti: Jákup og Judas. Teir vórðu frelstir við trúgv á, at teirra egni stóribeiggi var heimsins frelsari! Hetta boða teir nú víðari fyri øðrum.
At enda hava Matteus og Markus givið okkum hvørt sítt evangelium, meðan Hebrearabrævið er skrivað av einum fyri okkum ókendum persóni.

LES EISINI  Andans fruktir

Nýggja testamenti boðar evangeliið um Jesus á ymiskan hátt. Vit hava frásagnir, sum gera okkum kend við Jesu lív og gerning, og hvussu kristna trúgvin breiddi seg í tí fyrsta ættarliðinum eftir hansara deyða: Fýra evangeliir og Ápostlasøgan. Tað eru frásøguskriftirnar í Nýggja testamenti.

Víðari hava vit brævabókmenturnar, skrivaðar av ymiskum ápostlum, sum greiða frá ella tulka søguna um Jesus. Teir seta hana inn í ein undirvísandi samanhang, greiða okkum frá, hví alt hendi og hvat tað hevur at týða fyri okkum í dag.

So endar Nýggja testamenti við einari serstakari bók, Jóhannesar Opinbering. Hon er ein profetisk bók, sum í myndatalu letur nakrar framtíðar loyndardómar upp fyri okkum.

So er spurningurin: Kunnu vit líta á Nýggja testamenti?

Er hetta veruliga Guds tala til okkum í dag? Svarið er ja!

Nýggja testamenti er Guds egna orð til okkum, borið fram av menniskjum, sum Gud sjálvur hevði valt út til hendan gerningin.

LES EISINI  Friður

Jesus sigur um seg sjálvan: “Eg geri einki av mær sjálvum, men tali hetta, soleiðis sum faðir mín hevur lært meg tað” (Jóh 8,28). Og um ápostlarnar sigur Jesus: “Tann, sum hoyrir tykkum, hoyrir meg; og tann, sum vanvirðir tykkum, vanvirðir meg” (Luk 10,16).

Í Nýggja testamenti eru álítandi orð. Og álítandi orð eiga at verða tikin við, ikki slept. Tí áttu vit at gjørt, soleiðis sum tey í Tessalóniku gjørdu: “Og tess vegna takka vit eisini Gudi uttan íhald, tí at, tá ið tit tóku við Guds orði, sum tit hoyrdu av okkum, tá tóku tit ikki við tí sum mannaorði, men sum Guds orði, sum tað av sonnum er, ið eisini er virksamt í tykkum, sum trúgva” (1 Tess 2,13).

Ikki undarligt, at Paulus takkar Gudi!

 

Til umhugsanar…
“Tá svaraði Jesus teimum og segði: “Læra mín er ikki mín, men hansara, sum sendi meg. Vil nakar gera vilja hansara, skal hann koma til royndar um læruna, annaðhvørt hon er frá Gudi, ella um eg tali av mær sjálvum” (Jóh 7,16-17).

LES EISINI  At játta synd fyri menniskjum

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina