Gamalt handrit fortelur um forfall hjá kristindóminum í Føroyum

Tá eg fyri stuttum vitjaði Landsbókasavnið, kom eg fram á eitt gamalt handrit frá 1845. Tað var tann eftirlønti presturin Jóhan Hendrik Schrøter, sum hevði skrivað greinina við teirri longu yvirskriftini: “Nøkur orð um økingina av siðaloysi og óbótagerðum í Føroyum, og hvussu tey vónandi kunnu tálmast.”

Jóhan Hendrik Schrøter helt, at føroyska samfelagið var komið í vanda av siðaligurm forfalli, ið bar við sær sorg og pínslu hjá mongum menniskjum. Seinastu tíggju árini høvdu føroyingar upplivað morð, incest og «óterligan umgang», ið var eitt hugtak, sum fevndi um ymiskar seksuellar óbótagerðir. Eisini  vóru trupulleikar hjá fleiri fólkum, sum vóru blivin psykotisk av  alkoholmisnýtslu. Í greinini peikar hann á nakrar orsøkir, at so galið er vorðið. Og hjá presti peikaði pílurin fyrst og fremst á, at Guds orð ikki á sama hátt sum áður var ein partur av gerandisdegnum hjá føroyingum:

“Hvad Aarsag maa man da tænke sig, såvel til det ene som det andet? Mig forekommer det, at den offentlige Gudstjeneste, saavelsom den private nu ikke agtes saa høit som før. Man gaaer vel i Kirke, naar Præsterne gjøre deres Omreiser, men det synes ofte at være mere af Pligt og Sædvane end af Christelig Lyst,” skrivaði Schrøter í greinini og festir seg við at eingin hvørki rósar ella brúkar seg  um prædikurnar hjá presti longur. Í staðin eru fólk meira upptikin av, um prestur dugir væl at syngja, tá hann stendur og messar í kirkjuni.

Tá dansur var gudsdyrkan

Við privatar gudstænastur, hugsar Schrøter ikki minst um skriftamálið við sóttarsong. Áður høvdu fólk sæð tað sum eina skyldu at heinta prest til deyðslegu, men soleiðis var ikki longur, skrivar Schrøter. Tað var ikki so gott, heldur hann, tí tað vóru hansara royndir, at ikki einans tann doyggjandi men eisini tey avvarðandi fingu trúarstyrk av teimum orðum, prestur hevði sagt við sjúkraleguna. Eisini tosaðu fólk jú um tað, sum prestur hevði sagt, aftaná. Ella sum Schrøter skrivar: ”Skriftetaler, som Præster saaledes have holdt ved Sottesengen, omtales længe, nogle endnu; Venner sagde:”Talen var opvækkende og trøstende,” Uvenner: ” han blev nok omvendt; thi Præsten holdt en streng Skriftetale ved hans Dødsseng”.”

Schrøter peikar á, at tað júst vóru tær prædikur, sum vóru hildnar heima, sum t. d. brúdleyp, sjúka og jarðarferðir, ið fólk tosaðu um. Síðani var tað dansurin. Hann skrivar  hann eisini um í partinum um heimligu gudstænasturnar.

Tað kann ivaleyst gera onkran bilsnan, tá tað í fleiri ættarlið hevur verið mark millum dansistouna og kirkjuna. Tey vórðu – og verða tað ivaleyst í ávísan mun framvegis – sædd sum mótsetningar hjá hvørjum øðrum. Men Schrøter greiðir frá, at tað fyrr hevði verið ein kristiligur karmur um dansin. Dansað varð av gleði um at fáa boðskapin um, at frelsarin var føddur. So, 2. jóladag byrjaðu tey at dansa, og so kundu tey dansa til føstan byrjaði. Síðani varð farið inn í stillu tíðina, og fyrsta boðskapurin um Kristi føðing aftur varð boðaður, varð dansurin tikin uppaftur. Tú kundi sostatt dansa av gleði frá jólum til føstu.

LES EISINI  Lat stýrimannin føra skútuna!

Naar Børn spurgte Forældrene, hvorfor dandser Broder eller Søster i denne Tid, og ikke ellers? Saa var Svaret: ”Jesu var fød, og vi holde derfor Juul til hans Minde og Ære; dette er den aarlige Glædestid, derfor dandse de nu, og ikke ellers”.

Kvøldið undan føstusunnudegi endaði dansurin so við einum serligum halgisiði,ið Schrøter eisini sigur frá: Naar det lakkede imod Midnat, blev Brudevisen eller en Psalme sjungen, for at de, der i Dandsetiden havde fattet Kjærlighed til hinanden, skulde betænke, at den kun blev deres Lykke ved Ægteskab. Imod Slutningen blev Juleremsen om hvad Sankte Morten gav i Julen indtil 20de Dag, sunget baade frem og tilbage, og tilsidst et af de mest yndede Kvæder med det Omkvæd: ”Stígum fast á várt gólv, sparum ei vár skó, Gud mann ráða, hvar vær drekkum /:ell:dansum:/ onnur jól.” Dermed endtes da Dandsen, og der toges nu højtidelig Afskeed med det Ord: ”Takk havi Gud, sum læt ogur dansa Jólini við gleði, og hann lati ogur so dansa komandi Jól,” og de Fleste, saavelsom ogsaa jeg selv, gik ofte hjem i en ligesaa religiøs Stemning, som fra anden Gudsdyrkelse.”

Dagligu gudstænasturnar í Havnar kirkju

Men tað var nú ikki einans gudstænasturnar heima, Schrøter helt kundu bøta um siðastandin í Føroyum. Eisini tær vanligu almennu gudstænasturnar helt hann hava týdning. Hann fortelur um tær mongu gudstænasturnar, ið áður vórðu hildnar um hátíðirnar, og so skjýtur hann upp, at øll skúlabørn koma til eina dagliga gudstænastu, eins og hann sjálvur gjørdi, tá hann gekk á Latínskúlanum seinna helming av 1880:

”Maaske tager jeg fejl, men hvis ikke, gid man da ville skjænke dette Opmærksomhed; skulde ikke Skolebørnene vænnes til daglig Gudstjeneste, især i Thorshavn, som vi, Latinskolens Disciple, i forrige Tider? Kl. 8 om Sommeren og Kl. 9 om Vinteren gik vi i Bøn i Kirken; først blev sunget hver Dags Morgensalme, derpaa læst i Korsdøren og sang 2 af os: O, du Guds Lam etc., som Rector besvarede; endelig et Vers til Slutning. Da Thorshavn den Tid var eneste Handelssted, saa var Bønnen ofte stærkt besøgt af Folk fra Landet, og jeg troer virkelig, at dette havde en ikke ubetydelig indflydelse paa Religiøsiteten i Landsbygdene”.

Fall Schrøters

LES EISINI  Tá ið ongin sannleiki er longur

Syndin var á ongan hátt ókend fyri Schrøteri. Heldur ikki í egnum lívi. Bæði ósiðaskapur og ivaleyst eisini brotsverk vóru partar av lívinum hjá presti.Tað var júst orsøkintil, eg fekk áhuga í greinini. Tí hvat mundi hann hava at siga um júst hesi evni?

Kona Schrøters var sjúk og blind, og búði tí í Havn stóran part av tíðini, Schrøter var prestur í Hvalba. Men tað eru skjøl sum vátta, at í minsta lagi tvær gentur, sum tæntu í heimi hansara, vóru við barn, tá tær komu heim úr arbeiði. Teir av eftirkomarum hansara, sum í dag bera navnið Schrøter, eru eftirkomarar hjá einari av tænastugentunum. Mær er sagt, at fólk í Hvalba tá gingu og hugdu eftir hvørji børn líktust presti.

Men tað var eingin MeToo-gøla, ið fekk Schrøter at søkja um fyritíðar eftirløn í 1826. Nei, tað var harafturímóti hansara góðu evni sum handilsmaður. Tað var jú í tíðini hjá Einahandlinum, men Schrøter hevði tó  eina heilt góða søluinntøku í Hvalba. Hann fekk ráð til at keypa ein góðan bát fyri vinningin. Hann var sera góður vinur við amtmannin Emilius Løbner, og hevur ivaleyst notið væl av ávísari verju frá honum. Men í 1825 varð Ludvig Christian Tillisch settur fyribils amtmaður, tí Løbner var vorðin sjúkur. Tá var Schrøter kroystur í ein krók. Tillisch hevði undir eini vitjan í Hvalba givið sær far um vinarlagið hjá Schrøter við útlendskar skiparar, og samstundis vóru tað fólk í Havn, sum klagaðu um handilin hjá Schrøteri við tubbaki og alkoholi. Longu tá  Tillisch sendi fyrsta brævið til Schrøter og var stúrin um samband hansara við útlendsku skipararnar, skundaði Schrøter sær at blíva loystur úr prestastarvinum við eftirløn.

Tað var ivaleyst góður leikur. Víst vardi hann seg við, at amtmaðurin hevði hækkað skattin so nógv, at tænastugentan hjá Schrøter ikki kundi binda nóg nógvar troyggjur til at gjalda skattin, og so als ikki til at keypa sær sjálvum mat. Jú, hann hevði hjálpt við at skaffa bílig epli, so nóg nógv var til matna. Men tí slepst ikki undan, at bæði alkohol og tubbak høvdu vunnið honum fitt av peningi. Sum almennur tænastumaður hevði ein dómur fyri smugling kostað honum starvið og eftirlønina. Men aftaná at hann sjálvboðin hevði sagt seg úr starvi við eftirløn, hendi ikki meira í málinum.

LES EISINI  Fosturtøka: Tey vóru samd í einum máli 

Hvussu er og ikki, so var tað ivaleyst egnu royndir, sum fekk  Schrøter at peika á, at besta vernd móti andaligum forfalli er at liva lívið í einum andaligum høpi, har alt lívið – bæði andakt og dansur – verða fevnd av gerandis dagsins samtalu um Guds orð. Sum allar aðrar menniskjur var hann í øllum førum ikki ókendur við synd.

Greinin hjá Schrøter liggur sum áður sagt á Landsbókasavninum, har fólk við góðum kunnleika til handskrift og gamaldanska rættskriving kunnu lesa tað. Sjálvur kundi eg ikki lesa handskriftina, men tað kundi Ph.d, lektari í kirkjusøgu, Jákup Reinert Hansen, og hann hevur vælviljaður reinskrivað greinina hjá Schrøter. Tað skal hann hava stóra tøkk fyri.

Tí hóast greinin er um 200 ára gomul, er hon framvegis núlig. Vit kunnu í øllum førum eisini sita við teirri kenslu, at hend er ein broyting í liviháttinum hjá okkum, sum er komið mangari menniskju út í ótta og strongd. Sum kristin kanst tú eisini sita við tí hugsan, at kristindómurin hjá mongum meira er ein spurningur um vana og siðaarv. Um Gud yvirhøvur hevur nakra ávirkan á lív teirra, er tað einans sunnudag. Sum Prædikarin sigur tað: Sí eina hetta havi eg funnið, at Gud hevur skapað menniskjuna beina, men tey søkja mong ring brøgd. (Præd. 7, 29).

Um vit skulu vinna á teirri ilsku, ið kemur inn á føroyska fólkið í hesum tíðum, so er tað kanska ikki av leið at lurta eftir Schrøteri og fáa gongd á samtaluna við Jesus. Tosa við onnur um prædikuna hjá presti. Rósa henni ella kom við sakligari atfinning. Men lat vera við at tiga. Far upp um morgunin við eini bøn um, at Harrin vil vælsigna og vegleiða teg henda dag. Hav hann sum ein natúrligan karm fyri tí, tú gert um dagin – bæði við andakt, arbeiði og dansi. Legg teg so á kvøldi við tøkk fyri tær signingar, Harrin gav tær henda dag.

Stutt sagt: Og alt, hvat tit so geraí orði ella verki, gerið tað alt í Harrans Jesu navni, takkandi Gudi faðir við honum. Kol. 3, 17.

Carsten Fonsdal Mikkelsen hevur skrivað, Gunnar Reynslág umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina