Metár hjá LUMI endurnýtsluni
Korona farsóttin hevur fingið alt fleiri danir til at leita sær til endurnýtsluhandlar. Hetta hava tey merkt sera týðiligt hjá LUMI-endurnýtsluhandlunum í Luthersku Missiónini hesi tvey undanfarnu árini.
Óteljandi nøgd av klæðum, bókum, innbúgvi oø. er borið um diskin í teimum 8 endurnýtsluhandlunum hjá Luthersku Missiónini, LUMI, síðsta ár. Ja, 2021 gjørdist metár hjá LUMI, har hesar endurnýtslur umsettu fyri 11 milliónir í góðum brúktum lutum, ið er umleið 1,5 millión meira, enn besta árið hjá LUMI.
Afturlating, avmarkingar, heimaarbeiði og tessvegna eisini økt tíð til eitt nú at fáa ruddað upp og at seta í stand hevur eyðkent hesa tíðina og er ein av orsøkunum til, at árið hilnaðist so væl hjá LUMI.
Bróðurparturin av hesum peningi fer til høvuðskassan í LM, ið eitt nú fíggjar trúboðarar og hjálpitiltøk úti í heimi.
Tro & Mission av Nicklas Lautrup-Meiner