Mission Øst hjálpir við at byggja uppaftur í Irak

Í seinastu viku vitjaði Kim Hartzner, aðalskrivari í Mission Øst í Irak, upplýsir felagsskapurin á facebooksíðu síni. Mission Øst hjálpir við endurbygging í vestara parti av býnum Mosul.

– Vit hjálpa børnum, sum eru rakt av tungum sálarløstum, sigur Kim Hartzner, sum er lækni og eitt skifti síðst í 1980’árunum arbeiddi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

– Børnini eru farin ígjøgnum hendingar, sum vit ikki kunnu ímynda okkum. 250-300 teirra koma á støðina hjá Mission Øst, sum vit reka saman við samstarvsfelagsskapinum EADE. Tey læra enskt, læra at tekna, og tey syngja og spæla. Tey fáa vón og trúgv uppá framtíðina eftir sera hørð ár undir ræðustýrinum hjá IS, sigur hann.

Mission Øst er ein altjóða neyðhjálpar- og menningarfelagsskapur, sum er stovnaður í Danmark. Felagsskapurin virkar fyri at hjálpa viðbreknum menniskjum og stuðla lokalsamfelagnum at skipa fyri  og hjálpa sær sjálvum, bæði tá vanlukkur raka og tá talan er um langsiktaða menningarhjálp. Felagsskapurin arbeiðir í Armenia, Myanmar, Irak, Nepal, Norðurkorea, Sýria og Tadsjikistan.

Sýrisk-katólska kirkjan í Mosul, sum ikki kann brúkast longur

LES EISINI  Savna neyðhjálp inn í Føroyum til trongd kristin á Sri Lanka
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina