Mission Øst sendir mat til 10.000 børn í Norðurkorea
Fyribils er eingin politisk loysn uppá matvørutrotið í Norðurkorea. Nú vil felagsskapurin Mission Øst hjálpa í minsta lagi 10.000 børnum.
Tær politisku samráðingarnar millum USA og Norðurkorea eru slitnaðar, og revsitiltøkini halda fram. Sum er, hava 25 milliónir norðurkoreanar trot á í minsta lagi 1,4 milliónir tons av mati. Heili 40 prosent av íbúgvunum – tað eru 10 milliónir fólk – líða støðugt av føðslutroti. Enn ein álvarsom føðslukreppa hóttir, og børn eru í vanda fyri at doyggja í hungri. Tí hevur Mission Øst gjørt av at geva 10.000 børnum í dagstovnum mat.
Hjálp undir kreppuni í 2012
Kim Hartzner, aðalskrivari, stúrir fyri, at stóra føðslukreppan í Norðurkorea, sum hann sjálvur var vitni til í 2012, fer at endurtaka seg:
– Eg sá børn so undirkomin av svongd, at tey sløðraðu og gløddu út í tóman heim. Nøkur vóru so maktarsleys, at tey ikki orkaðu at fara á føtur. Tey høvdu uppblástar magar, tí teimum vantaði protein, beinini vóru kløn sum stúltur, og tey høvdu mist partar av hárinum. Tey høvdu parasittar og eygnabruna. Tað var ein ræðsla at síggja.
Tá fleyg Mission Øst inn í landið við maisi og kostískoyti við proteinum, vitaminum og mineralum til umleið 48.000 børn. Nú er hjálparfelagsskapurin til reiðar at gera eitt líknandi átak aftur.
Tøma neyðhjálpargrunnin
– Vit tøma okkara neyðhjálpargrunn og bjóða gávumildum gevarum at vera við. Fyri 80 krónur kunnu vit geva einum barni eina føðslugóða máltíð hvønn dag í tríggjar mánaðir. Vit kunnu hjálpa 6.300 børn beinan vegin, men vit vilja hjálpa nógvum fleiri. Koma vit upp á 1,5 milliónir krónur, kunnu vit hjálpa 20.000 børnum, og so framvegis. Tað veldst um, hvussu nógv vilja vera við, sigur Kim Hartzner.
Beint nú arbeiðir Mission Øst av øllum alvi at fáa flutningin upp á pláss. Um fáa vikur kann eitt lastbilafylgi koyra inn í landið við neyðveitingum. Mission Øst býtir matvørurnar út í vøggustovum og barnagørðum í samstarvi við norðurkoreansku myndugleikarnar. Í vøggustovunum fáa smáu børnini tvær lítlar máltíðir um dagin, og í barnagørðunum fáa tey eina heita máltíð og ein millummála hvønn dag.
Hjálparfelagsskapurin hevur arbeitt í Norðurkorea síðani 2011, við neyðhjálp, við at byggja upp aftur eftir vatnflóðir og við at menna burðardyggan landbúnað. Aðalskrivarin hevur vitjað Norðurkorea átta ferðir, seinastu ferð í august 2018, har hann sjálvur sá ta miseydnaðu innheystingina og at ein føðslukreppa fór at koma. Men ikki fyrrenn 23. februar í ár bað Norðurkorea ST um hjálp. Tað er hesi áheitan, sum Mission Øst nú svarar aftur í samstarvi við ST.
Kelda: Mission Øst