Nigeria: Bíbliutýðingar til 250 mál skulu byrja innan eitt ár
Hóast ógvusliga forfylging av kristnum í Nigeria, verður farið undir eina bíbliutýðingarverkætlan til 250 mál innan eitt ár, skrivar Mission Network News.
Tann 20. februar í ár varð Muhammadu Buhari afturvaldur til forseta í Nigeria, hvørs íbúgvar eru sundurbýttir av ymsum átrúnaðum, politiskum sjónarmiðum og ósemjum millum ættarbólkar. Tey kristnu í norðara parti av Nigeria eru fyri veruligum fólkadrápi. Sambært International Christian Concern eru í minsta lagi 270 fólk dripin í statinum Kaduna síðani 10. februar, og minst 70 kristin vórðu fyrstu vikurnar av 2019 dripin í hinum statunum í ‘miðbeltinum’.
Felagsskapurin Wycliffe Associates fer nú at læra prestar og aðrar kirkjuleiðarar upp, til tess at fáa Bíbliuna týdda til tey mongu málini í Nigeria.
– Hóast avbjóðingarnar hjá teimum kristnu, eru tey vorðin djarvari og styrkt í trúnni. Tey duga at síggja, at landið hevur brúk fyri andligum broytingum, og at Bíblian á lokalmálunum kann vera eitt ljós í myrkrinum, sigur Bruce Smith frá Wycliffe Associates.
Kelda: Udfordringen