Norðurindia: Kirkjur verða stongdar og prestar afturhildnir

Í India eru 20 kirkjur stongdar bara í ein mánaða.

Alsamt fleiri koma til trúgv í Norðurindia. Samstundis hevur forfylgingin ongantíð verið verri, har tey víðgongdu og myndugleikarnir arbeiða saman mótvegis teimum kristnu. Løgreglan setir forboð fyri gudstænastum, meðan tey víðgongdu oyðileggja kirkjubygningarnar. Hetta er ein partur av tí ágangi, sum tey kristnu eru fyri. Tí hava tey brúk fyri tíni forbøn, skrivar felagsskapurin Open Doors.

Ein av prestunum sigur soleiðis frá: – Síðani januar hava vit upplivað, at víðgongd og løgregla hava forðað fyri meira enn 70 møtum, bæði stórum og smáum, og í ringasta føri hava tey afturhildið prestunum.

Samstarvið millum løgreglu og tey víðgongdu merkir, at teimum kristnu tørvar støð at savnast, men eisini, at kristin eru í tí støðu, at tey ikki kunnu roknað við tí allarminstu hjálp frá lokalu myndugleikunum.

Ein av samstarvsfeløgunum hjá Open Doors sigur soleiðis um tær afturlatnu kirkjurnar:
– Tað vóru evangelikalar kirkjur, har fleiri og fleiri menniskju komu til trúgv. Nakrar av kirkjunum høvdu meira enn 3.000 fólk, sum luttóku í gudstænastum sunnudagar, har tað vóru fólk, sum vórðu doypt, og fólk, sum júst vóru komin til trúgv.

LES EISINI  Egyptaland rættir hondina út til koptarar og letur upp risa katedral
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina