Norðurkorea óttast tey kristnu meira enn kjarnorkubumbur

Stjórnin í Norðurkorea roynir at útrudda kristindómin í landinum. Tað verður millum annað gjørt við propaganda, sum lýsir tey kristnu sum vandamiklar víðgongdar persónar og njósnarar.

Ein videoupptøka, sum almannagagnligi felagsskapurin The Voice of Martyrs fekk fatur í herfyri, hevur eftir øllum at døma verið brúkt til at læra trygdarfólk, hvussu tey effektivt kunnu eyðmerkja og geva kristnum í Norðurkorea munnkurv.

Flóttafólk gjørdist kristið

Videoupptøkan sigur søguna um tann kristna trúboðaran Cha Deoksun. Undir stóru hungursneyðini í 1990unum, har hildið verður, at 2,5 milliónir fólk lótu lív, flýddi hon til Kina til tess at leita upp ein familjulim. Tá tað vísti seg, at hesin familjulimurin var deyður, fór Deoksun til kirkjuna Seotap Church, har hon hoyrdi evangeliið fyri fyrstu ferð.

“Seotap Church verður leidd av følskum “prestum” úr Suðurkoreansku fregnartænastuni”, verður sagt í videoupptøkuni.

“Her verða fjaldir ólógligir svíkjarar, og teir fáa anti-norðurkoreanska átrúnaðarliga undirvísing og verða vandir upp til at gerast njósnarar”.

LES EISINI  Kristin flýggja undan herfólkunum hjá Myanmar

Sambært videoupptøkuni trúði Cha Deoksun “naivt” uppá prædikurnar um ein náðigan Gud og gjørdist ein “víðgongdur trúgvandi”, sum vendi aftur til Norðurkorea, fyri at stovna eina undirgrundskirkju. “Hon varð fullkomiliga villleidd av fíggindanum”, verður sagt í upptøkuni.

Stjórnin “vísti mildleika”

Afturkomin til Norðurkorea hevði Cha Deoksun meldað seg sjálva og viðgingið seg seka í at vera farin um markið til Kina. Myndugleikarnir vóru tó “mildir og lótu hana sleppa”. Men ístaðin fyri at vera takksom móti tí miskunnsama leiðaranum, takkaði hon “tí miskunnsama Gudi”, verður sagt í videoupptøkuni.

Við tað at Deoksun var fátæk, ferðaðist hon úr býi í bý fyri at vinna sær pening. Men sum trúboðari gav hon peningin til fátøk og sjúk, og hvønn sunnudag kom hon saman við øðrum kristnum til bøn, sálmasang og bíbliugransking. Bæði familjan hjá Deoksun og fleiri onnur umvendu seg til kristindómin.

“Víðgongd og njósnari”

Í videoupptøkuni verður Cha Deoksun kallað bæði njósnari og átrúnaðarliga víðgongd. Hon “arbeiddi fyri fíggindan og royndi tað vitleysa at byggja Guds ríki”. At enda varð Cha Deoksun meldað til myndugleikarnar av einum “góðum og eftiransnum norðurkoreanskum borgara”.

LES EISINI  Kristin kinverji handtikin fyri ólógliga at prædika gleðiboðskapin á gøtuni; men heldur tó á at prædika fyri politinum.

Voice of the Martyrs metir tí, at hon antin er vorðin avrættað ella er deyð í eini arbeiðslegu. “Tað er ógreitt, hvussu Cha Deoksun doyði, men hon varð møguliga avrættað. Hon tænti Harranum uttan at fáa viðurkenning fyri tað. Tað gera mong onnur kristin í Norðurkorea eisini á okkara døgum, hóast royndirnar hjá stjórnini at útrudda kristindómin, staðfestir VOM.

Vandamiklari enn kjarnorkubumbur

Norðurkorea hevur í áravís staðið ovast á listanum hjá Open Doors yvir lond, har tey kristnu verða mest forfylgd.

Mett verður, at minst 50.000 kristin (summi meta umleið 200.000) verða afturhildin í fangalegum, fongslum ella legum fyri politiskar fangar.

Fyri stuttum greiddi koreansk-amerikanski presturin Kenneth Bae frá sínum lívi sum gísli í Norðurkorea frá 2012 til 2014. Hann segði, at stjórnin í Norðurkorea óttast tey kristnu meira enn kjarnorkubumbur.

Kenneth Bae (í miðjuni) og onnur greiða frá umstøðunum í Norðurkorea á pallborðsfundi í amerikanska senatinum. Mynd: The Christian Post

– Tey søgdu: ‘Vit eru ikki bangin fyri kjarnorkubumbum… vit eru bangin fyri fólkum sum tær, sum bera átrúnað inn í land okkara og brúka tað ímóti okkum, so øll venda sær til Guds, og hetta fer at verða Guds land, og vit fara at tapa’, segði Kenneth Bae.

LES EISINI  Kristin evangelistur dripin í Turkalandi

Hann varð í 2013 dømdur 15 ára fongsul í eini arbeiðslegu í Norðurkorea. Bae sigur, at tá hann tosaði við norðurkoreanarar om Jesus, spurdu teir, um Jesus búði í Suðurkorea ella í Kina.

– Norðurkorea er ikki eitt land, har kristin verða forfylgd. Tað er eitt land, har kristindómurin verður fullkomiliga burturbeindur. Um ein er kristin, verður ein dripin. Og teir drepa eisini foreldrini hjá tær, segði Kenneth Bae.

 

Kelda: The Christian Post

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina