Nýggj kristilig útvarpsstøð í Turkalandi – óvanliga stórur opinleiki fyri boðskapinum

Nógvir turkar eru andliga leitandi í hesum døgum. Trúboðarar, ið hava arbeitt í Turkalandi í mong ár, siga frá, at teir ongantíð fyrr hava upplivað so stóran opinleika.

Nógvir turkar eru í iva um islam og leita eftir øðrum svarum, millum annað í kristnu trúnni. Ein kristilig útvarpsstøð í landinum, Radio Shema, hevur júst fingið ein frekvens afturat á tí vælumtókta FM-bandinum, har hon heilt lógliga kann senda kristnar sendingar. Nýggja útvarpsstøðin skal senda í Midyat-økinum í landsynningspartinum av Turkalandi og hevur møguleika at røkka hálvari millión fólkum.

Lækni viðmælir sjúklingum kristiligt útvarp

Radio Shema hevur longu støðir í Ankara, Samsun, Antalya og Mardin, og eitt starvsfólk sigur frá floksfelaganum hjá dóttrini, hvørs mamma, Jelis, var í viðgerð fyri krabbamein. Eftir eina kemoviðgerð á einum av teimum fremstu krabbameinssjúkrahúsunum í landinum, mælti lækni hennara henni til at lurta eftir Radio Shema, meðan hon kom fyri seg. Læknin segði, at hann mælir øllum krabbameinssjúklingum sínum tað sama, tí at tað gevur teimum vón og uppmuntrar tey.

LES EISINI  Kristin í Norðurkorea uppliva mong undur undir torturi

Fólk koma eisini til trúgv gjøgnum sendingarnar. Ein lurtari frá Reyða Hálvmána (turkiska útgávan av Reyða Krossi) varð ógvuliga ávirkaður av teimum bíbliubrotum, sum vórðu upplisin í útvarpinum. Hann spurdi ein av sínum trúgvandi vinum, hvussu ein gerst kristin, og vinur hansara hjálpti honum og setti hann í samband við eina kirkju.

Professari í islam vitjar kirkju

Andliga leitanin merkist sera væl millum ung. Í Samsun, ið er eitt av teimum økjunum, har tað eru fæst kristin, kom ein professari í islam eftir páskir á vitjan í eini kirkju við næmingum sínum, sum kundu spyrja prestin spurningar. Eftir nógvar spurningar spurdi ein lesandi, um presturin vildi halda eina prædiku. Professarin legði ikki uppí, og presturin kundi halda sína páskaprædiku, har hann greiddi frá kjarnanum í kristnu trúnni, Jesu deyða og uppreisn. Tílíkt hevði ikki kunnað hent í Samsun fyrr í tíðini, men tað hendir í hesum døgum.

Útvarp brýtur niður fordómar móti kristnum

Í Turkalandi halda tey vanliga útvarp vera ein ógvuliga álítandi miðil, meðan fólk hava meira blandaða fatan av sjónvarpi, av tí at tað eisini verður nýtt til undirhald. Tí halda fólk eisini kristnar útvarpssendingar vera álítandi, og tær kunnu tí bróta teir mongu fordómarnar niður, sum trívast í ávísum pørtum av fólkinum.

LES EISINI  Ein ótrúlig trúarferð saman við Sat-7 Türk

Fordómarnir verða millum annað uppbygdir í skúlunum, har næmingarnir verða lærdir, at Jesus einans var ein profetur, og at kristin – av tí at tey trúgva á læruna um tríeindina – trúgva á fleiri gudar. Mong halda eisini, at tað ikki kann sameinast við turkiskan tjóðarsamleika at gerast kristin. Tí kunnu muslimar, sum venda um til kristnu trúnna, vera fyri stórum trýsti frá familju, vinum og umhvørvi til at venda aftur til islam.

Sendingarnar hjá Radio Shema bróta hesar fordómar niður. Sendiflátan fevnir víða, og har eru bæði tíðindi, politiskar sendingar og ítróttur, sum ikki er beinleiðis boðandi, men sum talar út frá kristnum virðum og siðalæru. Har eru sendingar, har Bíblian verður gjøgnumgingin, kristin tónleikur og sendingar, har fólk siga frá síni trúarferð. Eisini eru kvinnusendingar, og ein sending til menn er á veg. Fólk sita klár at taka ímóti lurtarum, sum venda sær til útvarpsstøðirnar.

”Veking kemur”

Nýggja útvarpsstøðin fer at senda í landsynningspartinum av Turkalandi, har tað eru allarfæst kristin. Eitt starvsfólk greiðir frá: – Veking kemur. Tað hevur ongantíð verið so stórur opinleiki, og tað hava ongantíð verið so nógv, sum lurta eftir sendingum okkara.

LES EISINI  Kirkjan arbeiðir í Jarðsjálvtaøkinum

 

Kelda: Dansk Europamission

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina