Nýggjur ST-dagur at minnast tey, ið eru fyri harðskapi vegna trúgv
Síðst í mai avgjørdi aðalfundurin hjá Sameindu Tjóðum, at 22. august skal vera altjóða minnisdagur fyri tey, sum eru fyri ágangi fyri trúgv sína. Aðalfundurin hjá ST heitir á øll limalond, ST og aðrar altjóða felagsskapir, samfelagið og privatar aktørar um at markera nýggja minnisdagin.
– Hetta er ein stórhending, og vit eru glað fyri, at minnisdagurin kemur. Vit vóna, at hetta kann vera ein liður í stríðnum móti øllum sløgum av hatursbrotsverkum og harðskapi móti fólkum orsakað av trúgv ella átrúnaði, sigur Ed Brown, aðalskrivari í norsku Stefanusalliansuni, ið hevur til endamáls at stuðla og hjálpa fólkum, ið verða kúgað fyri trúgv sína.
Samtyktin leggur dent á trúarfrælsi, skrivi- og talufrælsi, frælsi at koma saman og skipa seg saman í feløg og tann leiklut, hesi rættindi hava í stríðnum móti ótolsemi og mismuni vegna trúgv ella lívsáskoðan. Avgerðin kemur í kjalarvørrinum av ógvisliga vøkstrinum av harðligum álopum á átrúnaðarlig samfeløg og minnilutar seinastu árini.
– Um øll limalond í ST taka hesa samtykt í álvara, fær minnisdagurin stóran týdning fyri viðkvæmar bólkar í mongum londum, heldur Brown.
Í samtyktini verður harmast um “allan harðskap móti persónum orsakað av átrúnaði teirra ella trúgv, og harumframt um gerðir móti heimum teirra, fyritøkum, ognum, skúlum, mentanardeplum ella tilbiðjanarstøðum, og eisini um øll álop á átrúnaðarlig støð og halgidómar, álop ið eru í stríð við fólkarættin”.
– Hatur móti átrúnaðarligum bólkum kann elva til hópdráp á ósek fólk, ávaraði polski uttanríkisráðharrin Jacek Czaputowicz um, tá hann legði samtyktartekstin fram.
Nýggi minnisdagurin varð einmælt samtyktur og er tann fyrsti ST-samtykti dagurin, ið skal seta sjóneykuna á trúarfrælsi og minnast ofrini fyri forfylging vegna trúgv ella lívsáskoðan.
Kelda: KPK