Onkur fer at bøta fyri, at Asia Bibi er leyslatin. Spurningurin er: Hvør?
PAKISTAN: At Asia Bibi er latin leys, hevur longu fingið avleiðingar fyri alt Pakistan. Dómararnir fáa deyðshóttanir, kravt verður, at forsætisráðharrin leggur frá sær, og mong kristin í Pakistan merkja vaksandi ónáðir.
Tað, sum byrjaði við einum stuttum orðaskifti saman við einum koppi av vatni, kann nú fáa vanlukkuligur fylgjur fyri alt Pakistan og serliga landsins fýra milliónir kristnu. Í gjár varð ein av heimsins mest umrøddu fangum, Asia Bibi, latin leys, men av trygdarávum veit eingin, júst nær og hvar, og heldur ikki, hvar hon og familja hennara nú fjala seg.
Í átta ár hevur Asia Bibi, sum varð dømd til deyða fyri gudsspottan, liva av tei og flatbreyði í einum køldum fongsulskliva, uttan at sleppa at síggja familjuna. Nú er hon endiliga fræls, men lív hennara er framvegis í vanda. Kanska meira enn nakrantíð áður.
Fríkenningin hevur klovið Pakistan og ført til ill mótmæli og vegaforðingar í teimum størstu býunum. Fleiri krevja, at Asia Bibi verður dripin. Pakistanski forsætisráðharrin Imran Khan hevur givið fólki boð um at gevast við mótmælunum og sagt, at avgerðin hjá hægsta rætti at fríkenna Asia Bibi verður standandi, men partur av fólkinum er sera ónøgdur við tað.
Tey kristnu í Pakistan eru bangin fyri, hvat tað kann enda við. Ein leiðari hjá einum samstarvsfelagskapi hjá Open Doors í Pakistan sigur soleiðis:
“Tey víðgongdu vilja hava blóð. Hvat hendir, tá tey ikki longur eru úti á gøtuni? Vit óttast, at tey tá fara eftir kirkjunum. Vit verða noydd til at líta á Gud.”
Hvør skal rinda prísin?
At Asia Bibi er leyslatin, fer at kosta. Hvørjum, veit eingin enn. Víðgongdi islamistiski flokkurin Tehreek-i-Labaik krevur deyða yvir teir tríggjar dómararnar, sum hava fríkent Asia Bibi, og krevja harumframt, at forsætisráðharrin verður koyrdur frá. Ónøgdin hevur longu havt við sær vaksandi ónáðir fyri tey kristnu í landinum.
Ein kristin sjúkrarøktarfrøðingur, sum av ótta mátti fjala seg á einum sjúkrahúsvesi, greiðir frá:
”Okkum tørvar forbøn. Fólk eru longu farin at gera okkum ónáðir og stressa okkum. Tey royna at órógva ein, tá ein umsitur heilivág ella gevur sjúklingum innspræningar. Tey eru farin at eyknevna okkum, og eg kenni á mær, at alt versnar skjótt.”
Eisini skúlarnir merkja fylgjurnar. Fleiri skúlar í Pakistan avlýstu undirvísingartímar dagin eftir leyslatingina. Ein pápi sigur frá:
“Í gjár skuldi eg avheinta sonin á skúlanum. Han plagar altíð at standa klárur og bíða eftir mær. Í gjár gekk eitt korter, áðrenn hann kom. Hann hevði fjalt seg undir einum skrivaraborði og bíðaði við at renna út til mín, til hini børnini vóru farin. Hann visti ikki, hví tímarnir vórðu avlýstir, men hevði hoyrt skúlastjóran sagt, at tey kristnu børnini verða noydd at fara heim. Tað var tað longsta korterið í lívi mínum. Tá hann skal aftur í skúla mánadagin, hvønn heim stígur hann tá inn í?”
Kelda: Open Doors