Pakistan: Deyðadømda Asia Bibi verður leyslatin
Í morgun sigur British Pakistani Christian Association frá, at hægsti rættur í Pakistan hevur fríkent Asia Bibi fyri allar ákærur. Hon verður latin leys sum skjótast og kann fara úr landinum.
Asia Bibi, mamma at fimm børnum, er vorðin kend um allan heim, síðani hon í 2010 varð dømd til deyða fyri gudsspottan. 8. oktober slapp hon endiliga at verða hoyrd í hægsta rætti, og nú hevur dómstólurin so fríkent hana. Hetta kemur eisini eftir stórt altjóða trýst á stjórnina í Pakistan.
Nú verður so lagt til rættis, at hon og familjan kann flýggja úr landinum. Tí mong í Pakistan halda, at Asia Bibi hevur uppiborið at doyggja, og fara væntandi at liggja henni og familju hennara eftir lívinum. Fleiri politikarar, sum hava vart Asia Bibi, eru áður dripnir. Eisini hevur ein islamiskur bólkur hótt við “ræðuligum avleiðingum”, um Asia Bibi sleppur út úr landinum. Harafturat er ótti fyri, at um hon verður leyslatin, so fer vreiðin hjá mongum muslimum at ganga út yvir lítla kristna minnilutan í Pakistan.