Pálmasunnudagur: Ein vón um frælsi

“Dagin eftir, tá ið hin stóri skarin, sum komin var til hátíðina, hoyrdi, at Jesus kom til Jerúsalem, tóku tey pálmagreinar og fóru út at møta honum, og tey rópaðu: “Hosianna, vælsignaður veri tann, sum kemur í navni Harrans, Ísraels kongur.” Men Jesus fann ein ungan asna og setti seg á hann, soleiðis sum skrivað er: “Óttast ikki, Sions dóttir, sí, kongur tín kemur, á asnafyli hann situr!” Hetta skildu lærusveinar hansara ikki í fyrstuni; men tá ið Jesus var vorðin dýrmettur, tá mintust teir til, at hetta var skrivað um hann og at teir høvdu gjørt hetta fyri honum. Skarin, sum var við honum, vitnaði nú, at hann hevði kallað Lázarus út úr grøvini og vakt hann upp frá deyðum. Tess vegna fór eisini skarin út ímóti honum, tí at tey høvdu hoyrt, at hann hevði gjørt hetta tekin. Tá søgdu Fariseararnir sín ámillum: “Har síggja tit, at tað kemur einki burturúr hjá tykkum. Sí, allur heimurin eltir hann!” (Jóh 12,12-19)

Lívsferðin hjá Jesus nærkaðist nú endanum. Ein ferð, ið fyri 33 árum síðani varð byrjað í Betlehem. Úr sama føðistaði og frá ættini hjá størsta konginum í søgu Ísraels, Dávid kongi. Eftir eitt tíðarskeið sum flóttafólk í Egyptalandi livdi Jesus síni ungdóms- og fyrstu vaksnamannaár í Nasaret, og seinastu trý árini ferðaðist hann runt í Ísrael.

LES EISINI  Alt er loyvt, men ikki er alt gagnligt

Henda pálmasunnudag byrjaði so seinasta ferðin hjá Jesusi. Eftir ein stuttan steðg í Betania, har Maria salvaði føturnar hjá Jesusi við sera dýrum nardussmyrsli og turkaði føtur hansara við hári sínum, gekk ferðin niðan til Jerusalem.

Mangan áður hevði Jesus verið á vandaferð, men tímin var enn ikki komin. Hesa seinastu ferðina ger Jesus av fríum vilja, vitandi at hansara tími nú var komin og at persónar hesa løtu hugsaðu um, hvussu teir kundu fáa hann tiknan av døgum.

Frælsisvónin

Vónin um frælsi var stór hjá jødunum, og øll, sum kendu skriftirnar, vistu, at nú fór profetiið í Zakariasi 9,9 at ganga út: “Rópa av gleði, Zions dóttir, og fegnast tú, Jorsala dóttir: Sí, kongur tín til tín kemur; rættvísur er hann og sigursælur, lítillátur á asna hann ríður, á ungum øsnufola.”

Ein stór fjøld av fólki var komin at taka ímóti honum, tí væntaða og lovaða Messiasi – konginum ið skuldi endurreisa Ísrael. Men ikki kom Jesus sum aðrir herhøvdingar og valdsharrar ríðandi á einum stórum og prýðiligum rossi.

Nei, Jesus kom ríðandi á einum asna, eitt tekin um frið. Ikki hevði hann hermenn við sær, men einans lærusveinar.

Men er tað eitt nýtt Dávids kongaveldið, Jesus vil endurreisa hesar næstu dagarnar í Ísrael? Nei, hann vil endurreisa eina tjóð av Guds fólki. Eitt gudsfólk, ið ikki er avmarkað til Ísrael.

LES EISINI  Frælsi - til hvat?

At møta Jesusi broytir alt

Frammanundan hoyra vit, hvussu Jesus persónliga hesi seinastu trý árini møtti hópin av ymiskum fólkum. Vit hoyra, hvussu hann møtti ríka tollaranum Sakeusi, har møguliga ikki alt rikidømið var komið á heilt lógligan hátt. Skíggjaður millum fólkið. Jesus møtir kvinnuni við Sikarsbrunn, hendan kvinnan við nógvum brotnum sambondum aftanfyri seg og sum var lágt í metum ímillum sítt bygdarfólk. Eisini lesa vit um Nikodemus, henda lærda jødiska ráðharran, ið søkjandi kom at vitja Jesus á myrku náttartíð.

Hesir persónar og fleiri onnur við teimum fingu eitt persónligt møti við Jesus, eitt møti ið fullkomiliga umbroytti teirra lív. Tað tykist, sum eitt slag av gleðiligari endurnýggjan hendi, tá ið Jesus kom í samband við tey. Hví er tað so, hvussu hendi tað?

Andaligt frælsi

Jú, Jesus sær tað, ið vit mangan hava so lætt við at gloyma, at vit menniskju hava ein andaligan part í okkum, sum er okkara sál. Vit eru meira enn ein tilvildarlig samanrenning av tilfari, milliardir av kyknum, ið hava sett seg saman og soleiðis bygt og myndað tann einstaka persónin. Tað verði seg Sakeus, kvinnuna við Sikarsbrunn, Nikodemus – meg ella teg !

Hesin andaligi parturin av mær – sálin – er ikki vorðin til av tilvild, men er løgd í meg av skapara heimsins; við tí endamáli at eg skal vera saman við honum í allar ævir.

LES EISINI  Frælsur í fangahúsi

Í samveruni við mín skapara fær sálin frið, og mítt lív verður fullgjørt, men uttan hesa samveru finnur sálin ongantíð tann fullkomna friðin, men verður í einum áhaldandi longsli.

Vit kunnu royna at doyva henda sálarlongsul á ymiskan hátt: Sakeus søkti pening og vald, kvinnan við brunnin søkti kærleika og sambond, meðan Nikodemus søkti tað lærda og status.

Jesus reið ikki inn í Jerusalem henda dagin við endamálinum at vinna eitt samfelagsligt frælsi, men heldur eitt frælsi fyri sálirnar hjá mær og tær.  At gera ein gerning, soleiðis at sálirnar hjá mær og tær fáa kunnu fáa frið við okkara skapara.

Jesus bjóðar okkum av

Ígjøgnum sín gerning hevur og fer Jesus altíð at avbjóða menniskju. Nøkur lovaðu og prísaðu honum nú, harav tó tey flestu venda honum bakið seinast í hesi vikuni, men einstakir persónar valdu tó at fylgja Jesusi alla hansara seinastu ferð.

Eisini í dag bjóðar Jesus tær av: Ert tú til reiðar at koma við Jesusi hesa ferðina komandi vikuna, ella er Jesus bert ein persónur, tú ynskir at eygleiða, standandi frammi við vegin?

Spurningar