Páskastevna á Trúboðanum!

Jól, páskir og hvítusunna. Allar høgtíðirnar hava stóran týdning í Guds frelsuætlan. Tí leggja vit eisini dent á, at høgtíðirnar vera hátíðarhildnar saman.

Korona ella ikki, so vilja vit eisini í ár hátíðarhalda páskirnar saman, hóast tað verður hvør sær. Hvønn dag senda vit beinleiðis møti – antin úr KFUM & K í Klaksvík ella Tabor á Toftum. Men vit arbeiða eisini við fleiri smáum yvirraskilsum til tykkum – so fylgið væl við á trubodin.fo.

Skrá:

Mikudag klokkan 20.00: Bíbliutími við Jógvani Højgaard.

Skírishósdag klokkan 18.00: Beinleiðis úr KFUM & K í Klaksvík – Tveir vitnisburðar og ein sangframførsla.

Langa fríggjadag klokkan 18.00: Beinleiðis úr Tabor á Toftum – Møti, har Sverri Steinhólm talar.

Leygardag klokkan 11.00: Næsti partur av ”Spyr um trúgv” kemur út. Evni: Hvat er ein náðigáva?

Leygardag klokkan 20.00: Beinleiðis møti úr KFUM & K í Klaksvík.

Páskadag klokkan 18.00: Beinleiðis úr Tabor, Bergur Debes Joensen talar.

2. Páskadag klokkan 18.00: Beinleiðis úr Tabor, Krista Magnussen talar.

 

Vit ynskja øllum okkara lesarum, hyggjarum og lurtarum einar gleðiligar páskir.