Politiskur meiriluti krevur eftirlit við peningaligum stuðli til moskur í Danmark

Ein røð av moskum eru undantiknar reglur, sum skulu tryggja opinleika um peningaligan stuðul úr útlondum. Tí krevur ein politiskur meiriluti í Fólkatinginum nú, at útlendingamálaráðið setur í verk nýggj tiltøk. Tað kann enda við enn einum álopi á trúarfrælsið, ávarar biskupur.

Hóast stórur dentur er lagdur á at stríðast ímóti víðgongdari islamismu, røkka myndugleikarnir framvegis ikki út til nógvar av moskunum í Danmark. Orsøkin er, at tær ikki eru vorðnar góðkendar av statinum sum trúarsamfeløg, og tí ikki eru bundnar av somu avmarkingum, sum hinar meinigheitirnar í landinum eru við boðanarlógini.

– Trupulleikin er, at tað bert er ein minniluti av moskunum, sum eru góðkendar. Til dømis er stóra moskan á Rovsingsgade í Keypmannahavn (Hamad Bin Khalifa Civilization Center), sum hevur fingið milliónir úr Katar, ikki góðkend, og hvussu við Grimhøjmoskuni í Brabrand? Hvør fíggjar hana? spyr Naser Khadar úr Konservativa flokkinum.

Í veruleikanum er bara ein góður triðingur av landsins 170 moskum góðkendar sum trúarsamfeløg. Hinvegin eru nógvar moskur ogn hjá grunnum, og tað merkir, at tær eru undantiknar eftirliti hjá statinum.

LES EISINI  Kristnu bakararnir vunnu í hægsta rætti

Eisini Danski Fólkaflokkurin ynskir størri opinleika um peningagávur til moskur. Í grundini vil flokkurin fullkomiliga banna moskum og øðrum trúarsamfeløgum at fáa peningagávur úr útlondum.

Jacob Mark úr Socialistisk Folkeparti vil eisini hava størri eftirlit.
– Peningur er vald, og tað er ikki gott, um tað koma peningastreymar úr útlondum til danskar moskur og trúarsamfeløg. Tað skulu vit hava betri skil á, og tað undar meg, at tað ikki er hent meira á hasum økinum, tí hetta var okkara ynski fyri tveimum árum síðani, sigur hann.

Men í Danske Kirkers Råd, sum umboðar 16 kirkjusamfeløg og 41 kirkjuligar felagsskapir, eru atfinningar ímóti ætlaðu herdu krøvunum mótvegis útlendskum peningagávum.
– Eg haldi, at hetta er ein glíðibreyt, og tað er jú at meta útlendskar kirkjur sum møgulig yvirgangsfólk. Vit ganga sjálvandi inn fyri opinleika, men eg síggi hesar nýggju politisku fráboðanirnar sum eina óneyðuga illgitan av tí kirkjuliga arbeiðinum. Vit hava leingi vart trúarfrælsið í Danmark, men tíverri upplivi eg ofta álop á trúarfrælsið. Eg haldi, at danska fólkaræðið verður hvørki betri ella ríkari av hesum, sigur Henrik Stubkjær, formaður fyri Danske Kirkers Råd og biskupur í Viborg stifti.

LES EISINI  Tey kristnu í Bulgaria sleppa undan stórum avmarkingum

 

Kelda: Kristeligt Dagblad

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina