Tey kristnu í Bulgaria sleppa undan stórum avmarkingum

Bulgarar hava síðani oktober mánað mótmælt einum lógaruppskoti, sum skuldi avmarka tær protestantisku kirkjurnar. Vikulig tiltøk og bøn bæði innan- og uttanlands síggja nú út til at hava givið úrslit.

Ársins seinasta arbeiðsdag í 2018 endaði tjóðartingið í Bulgaria arbeiðið við nýggju lógini. Nú inniheldur lógin ikki tær stóru avmarkingarnar, sum protestantarnir høvdu óttast mest fyri.

Hóast tey eru løtt um hjartað og takka Gudi, eru tey kristnu framvegis hørm um, at stjórnin yvirhøvur kundi finna uppá at leggja eitt so víðfevnt uppskot fram, skrivar Christianity Today.
– Vit fagna avgerðini hjá bulgarsku stjórnini um at loyva, at hundraðtals kirkjur, teirra millum 130 baptistakirkjur, framhaldandi kunnu vera opnar, so tey trúgvandi framvegis frítt kunnu tilbiðja eftir síni sannføring, varð sagt í eini fráboðan frá The Baptist World Alliance.

Broytingarnar í lógini, sum komu í gildi 1. januar, tryggja størri stuðul til ta ortodoksu kirkjuna og muslimarnar, sum eru tey bæði størstu trúarsamfeløgini. Tær protestantisku kirkjurnar sleppa tó undan at skula gevast við sínum undirvísingartilboðum og kunnu framvegis taka móti stuðli og prædikufólki úr øðrum londum.

LES EISINI  Stríðast fyri trúarfrælsi í Bulgaria

Undir seinastu mótmælisgongunum í høvuðsstaðum Sofia býttu 200 kristin bíbliur og persónligar heilsanir út til allar limirnar í tjóðartinginum, skrivar Evangelical Focus.

 

Kelda: Udfordringen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina