Stríðast fyri trúarfrælsi í Bulgaria

Kristin í Bulgaria óttast fyri einum lógaruppskoti, sum kann merkja størri eftirlit við evangelisku kirkjunum, ella at tær verða stongdar. Eftir mótmæli frá mongum kristnum og øðrum minnilutabólkum hava partarnir valt at endurskoða lógaruppskotið, áðrenn tað kemur til aðru viðgerð í tjóðartinginum.

Tey ymsu trúarsamfeløgini siga, at umstrídda lógaruppskotið fer at avmarka trúarfrælsið nógv í tí fyrrverandi kommunistiska landinum. Hinvegin fer uppskotið at geva framíhjárættindi til meirilutan, sum hoyrir til antin ta ortodoksu kirkjuna ella islam.

Ein talskvinna hjá teimum evangelisku kirkjunum sigur við CBS News, at hóttanin hevur fingið øll tey kristnu at standa saman. Úr høvuðsstaðnum Sofia sigur Iva Tsvetkova, sum er limur í missiónsfelagsskapinum Mission Possible:
– Vit, sum eru í tí kristna felagsskapinum í øllum landinum, hava havt bønarmøtir og friðarligar mótmælisgongur. Eg haldi, at kirkjan í Bulgaria nú stendur meira saman, enn hon nakrantíð hevur gjørt.

Iva Tsvetkova

Tær evangelisku kirkjurnar eru minni enn eitt prosent av fólkinum. Upprunaliga lógaruppskotið gav teimum ortodoksu kristnu og muslimunum sersømdir, meðan hini trúarsamfeløgini fingu álagt tungar byrðar og fleiri avmarkingar. Til dømis skuldu bara tær ortodoksu kirkjurnar og muslimarnir hava loyvi til at undirvísa sínum egnu prestum og reka skúlar. Prestarnir hjá hinum trúarsamfeløgunum skuldu missa sína lógligu skráseting.

LES EISINI  Politiskur meiriluti krevur eftirlit við peningaligum stuðli til moskur í Danmark

Endamálið við lógaruppskotinum er at avmarka útbreiðsluna av víðgongdum islam í Bulgaria. Fyri at sleppa undan ákærum um at gera mismun mótvegis ávísum trúarbólki, eru orðingarnar gjørdar soleiðis, at tær raka fleiri.
– Men hví skal varðast um tjóðskaparlig trygdarviðurskifti, við at lóggeva um átrúnaðarlig viðurskifti, spyrja bæði kristnir og muslimskir leiðarar.

 

Kelda: Udfordringen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina