Prestur og 16 kirkjulimir rænd í Nigeria
Open Doors í USA sigur frá, at 17 kristin í Nigeria eru rænd úr eini kirkju. Millum kirkjufólkini eru ein prestur, dóttir hansara og níggju aðrar kvinnur, sum vóru komnar saman til kórvenjing.
Løgreglan hevur váttað, at sunnudagin 18. mai um midnáttarleitið komu 20 ókendir vápnaðir menn inn í bygdina Unguwar Kuli á markinum millum statirnar Katsina og Kaduna. Sagt verður, at menninir fóru at skjóta og avbrutu tey, sum vóru í ferð við at rigga av í kirkjuni.
Eitt vitni sigur við nigerianska blaðið The Caple, at vápnaðu menninir kringsettu kirkjuna og fóru at skjóta.
– Tað var umleið hálvan tíma eftir midnátt. Vit høvdu kórvenjing í kirkjuni saman við fólkum úr grannabygdum. Øll vóru ræðslusligin, men eingin visti, hvussu vit skuldu flýggja, tí teir høvdu longu kringsett kirkjuna.
The Christian Association of Nigeria sigur, at rænararnir krevja 30 milliónir nigerianskar naira, sum svara til umleið 83.000 amerikanskar dollarar, í loysigjaldi.
Hetta álopið og onnur seinastu tíðina benda á, at ótryggleikin í Nigeria vaksur, nú forsetin verður innsettur í næstum. Eitt umboðsfólk hjá Open Doors sigur, at trúgvandi í økinum eru bangin av hendingunum.
Kelda: Open Doors