San Francisco – eitt døkt paradís, vegna herferðina ímóti samfelagsbygnaðinum

Hóast tann amerikanski býurin San Francisco sær vakur út, so er hann kortini í stórum vanda fyri at leggjast í oyði. Talið av heimleysum veksur skjótt, alt fleiri lógarbrot verða framd og rúsevnisnýtslan økist alsamt. Ein tann fremsta orsøkin til hesa skeivu gongd er hugtakið normloysi, ella lógloysi.

Olof Edsinger

Skrivað hevur Olof Edsinger, aðalskrivari í Svenska Evangeliska alliansen.
Týtt: Anna Hentze.

San Francisco er ein tann fremsti sýnisgluggin hjá tí frælslyntu (progressivu) rørsluni, bæði í USA og í øllum heiminum. Nógvum svium dámar andan í býnum, sum fólk fata sum antiautoriteran, LGBTQ-vinaligan og sum heild frælsissinnaðan. At býurin er undurvakur og hevur eitt hitt dámligasta veðrið í USA ger sjálvandi sítt til. Tann ikoniska Golden Gate-brúgvin hevur verið at sæð í ótaldum filmum og sjónvarpsrøðum ígjøgnum árini.

Men í síðstuni hevur San Francisco drigist við fleiri týdningarmiklar trupulleikar. Rithøvundurin Michael Shellenberger skrivar t.d. í bókini San Francisco: How progressives ruin cities (San Francisco: Hvussu frælslynt oyðileggja býir) um, hvussu talið av heimleysum í býnum er økt við risafetum hesi bæði síðstu áratíggjuni, til tey í dag fevna um 2,2 % av fólkatalinum.

Á gøtunum í býnum búgva rúsevnisnýtarar og sálarsjúk í bráðfeingistjøldum, meðan rúsevnissøla og rúsevnisinnspræning fer fram fyri alra manna eygum. Hvørt ár koma 20.000 klagur inn til politiið um mannatrekk á gøtunum, og í 2020 doyðu heili 712 menniskju av ovurskamti av rúsevnum, í einum býi, sum hevur færri enn eina millión íbúgvar.

Harafturat hendir hetta, meðan heimloysið í USA sum heild er minkað. Men teir ráðandi politikkararnir í San Francisco, sum sanniliga brúka nógvar pengar uppá at royna at loysa trupulleikan, eru drivnir av einari hugmynd um, at tá fólk detta niður ímillum samfelagsliga, er orsøkin rasisma og sosialt órættvísi. Tá trupulleikarnir soleiðis verða sæddir sum (samfelags)bygnaðarligir heldur enn sum persónligar vanlagnur, verður tað trupult at krevja nakra ábyrgd.

Máttmiklir felagsskapir á vinstravonginum sum t.d. American Civil Liberties Union hava altíð mælt harðliga ímóti øllum hvøssum uppskotum um at fáa ein enda á hesum syrgiliga standi. At noyða nakran til avrúsing ella at tvingsilsviðgera sálarsjúk fólk, verður av hesum og líknandi felagsskapum skýrt fyri at vera statsgóðkendur harðskapur.

Veruleikin er, at enntá rúsevnissøluni verður borið í bøtuflaka fyri – tí fólk mugu jú sjálvi sleppa at velja, um tey vilja rúsa seg ella ikki. Í staðin fyri tvingsilsátøk gevur yvirvøldin teimum, ið nýta rúsevni, pengar, mat og reinar sproytur. Hetta hevur ført við sær, at tey eru blivin alsamt fleiri í tali, umframt at tey hava drigið at sær menniskju við líknandi trupulleikum úr øðrum pørtum av landinum.

LES EISINI  Í einum sjónarmiði mistók Jenis seg nokk 

Áskoðanin á brotsverk og revsing hevur sjálvandi eisini nakað at siga her. Í kjalarvørrinum av Black Lives Matter (svørt lív hava týdning)-mótmælunum – har eitt tað mest brúkta slagorðið var Defund the Police (minka um politifíggingina) – vóru tað nógvir amerikanskir statir sum skerdu partin av fíggjarætlanini sum fór til politiið, munandi. Í San Francisco snúði tað seg í 2021 um 120 milliónir dollarar, meir enn eina milliard sveskar krónur.

Men líka skjótt sum skerjingarnar vórðu gjøgnumførdar, líka skjótt varð drigið í land aftur. Tí tað vísir seg, at brotsverkini, og serliga tey sum hava samband við rúsevnismisnýtslu, eru blivin verri og verri at fáa bilbukt við.

Heldur ikki tey serstøku gistingarstøðini, sum eru innrættaði í óbrúktum hotellrúmum, hava verið nøkur sólskinssøga. Ein kanning av 16 slíkum bústøðum – sum sambært teimum frælslyntu fóru at gera enda á heimloysiskreppuni – hevur víst hesi lítið hugaligu úrslit: Av øllum teimum 515 íbúgvunum vóru 25 % deyð, 21 % vóru farin út aftur á gøtuna, og 27 % vóru flutt til “ókendan bústað”. Tey 27 prosentini sum vóru eftir, vóru flutt til familju, vinir ella til annan skattafíggjaðan bústað.

Tey frælslyntu (progressivu) eksperimentini avmarka seg tó ikki bert til spurningar um heimloysi, misnýtslu og brotsgerðir og revsing. Av tilvild havi eg sjálvur skyldfólk í grannabýnum Oakland, og tey fortelja søgur um nógvar løgnar hendingar. Fleiri teirra snúgva seg um munnbind.

Eitt aðalmál í tí frælslyntu (progressivu) heimsmyndini snýr seg um, so at siga, at vísa tekin um góðsku. Tú skalt í botn og grund ikki bara vera góður, og vera á rættari síðu – minst líka umráðandi er tað at geva tekin um síni yvirskipaðu lívsvirði – millum tey, ein er saman við. Í San Francisco merkir tað, eins og í fleiri øðrum háborgum hjá Tí Demokratiska Flokkinum, at sum ein góður samfelagsborgari skal mann bera munnbind. Ikki tí at læknarnir krevja tað, men av tí at ein fordómsleysur hugburður til henda spurning verður settur í samband við høgravongin og Trump.

Tí er tað ikki nóg mikið, bara at bera munnbind innandura og í stórum mannamúgvum. Nei, í San Francisco og har á leið síggjast alla tíðina fólk til gongu, fólk á súkklu, rennarar og bilførarar sum eru einsamallir í bilinum, sum hava latið seg í hesa covid-tengdu útgerð.

LES EISINI  Fimm tekin um veking í Evropa

Og soleiðis er tað eisini í skúlanum. Tann fjúrtan ára gamla dóttirin í húsinum hjá ættarfólki mínum er millum tey fáu í sínum flokki, sum halda fast við at koma til tíma uttan munnbind. Formliga er hetta heilt í lagi, men tað helt tó ikki læraranum frá at halda eina røðu fyri flokkinum í tíggju minuttir, har hann frøddist um fyrimunirnar við at brúka munnbind, meðan hann ein stóran part av tíðini hevði eygnasamband við mína fjúrtan ára gomlu skyldkonu.

Og kortini havi eg enn onki sagt um tað týdningarmiklasta øki av teimum øllum, sum er LGBTQ-spurningarnir. At San Francisco hevur samband við LGBTQ-rørsluna er eingin loyna, við tað at býurin var ein av slóðarunum á økinum. Vit tosa hóast alt um staðið, sum hevur verið nevnt “heimsins høvuðsstaður fyri samkynd”. Men fyri vanligar borgarar er tað blivið alsamt strævnari, ikki at detta av í svingunum.

Á Facebook ber tað í USA til at velja ímillum heilar 58 ólíkar kynssamleikar, og í síðstuni hava nógvir av hesum fingið síni heilt egnu fløgg. Ein floksfelagi hjá fyrr nevndu skyldgentu míni viðgekk fyri vinkonu síni: “Eg dugi ikki at kenna mun á øllum hesum fløggunum. Men um eg sigi tað fyri hinum, fara tey at kalla meg homofob. Kanst tú hjálpa mær?”

Óttin hjá gentuni fyri at blíva avdúkað í sínum vantandi LGBTQ-kunnleika er grundaður. Í hesum døgum eru nógv fólk, sum ansa eftir hvørjum øðrum. Tað er ein partur av góðskutreytunum. Nógv eru tey vaksnu sum eru blivin skeldaði av børnum sínum, tí tað ikki eydnaðist teimum at velja rætt fornavn, tá tey tosaðu um ella við floksfelagar hjá børnunum. Umframt “he” og “she” er tað í dag ein heilur hópur at velja ímillum – harímillum “ze”, “zir”, “hir”, “they” og “them”. Og hetta er í deyðans álvara.

Ein annar kenningur hjá familjuni flutti norðeftir til Portland í Oregon – enn ein háborg hjá tí frælslyntu (progressivu) rørsluni, ein háborg við einari máttmiklari Defund the Police-rørslu. Har fingu tey tó ein heilt óvæntaðan trupulleika, tá sonurin var úti fyri happing í skúlanum. Ikki tí at hann var nýggjur, men tí at hann ikki vildi gevast við at lýsa seg sjálvan sum heteroseksuellan – nakað sum ikki fall í góða jørð í einum skúla, har meir enn tveir triðingar av næmingunum eru limir í LGBTQ-felagsskapinum.

LES EISINI  Ungar gentur í vesturheiminum stríðast sálarliga

Og nei. Hetta kemur ikki fyri á bara nøkrum skúlum. Tað er væl kent, at alt fleiri og fleiri ung í Amerika, annaðhvørt av innari sannføring ella av samhuga við fjøldina, lýsa seg sjálvi sum part av LGBTQ. Tá næstringar mínir sendu børnini á ítróttarlegur í summar, bleiv byrjað fyrsta dagin við einum fornavnaumfari. Nýggju ára gamli sonurin í familjuni varð noyddur at greiða frá, bæði hvørjum fornavni hann vil vera kallaður við, og hvørjum hann vanliga verður forelskaður í.

Tá ein annar drongur í flokkinum segði seg vera forelskaðan í bæði einari gentu og einum dreingi, fekk hann tileggjandi stuðul frá leiðaranum sum harafturat greiddi frá, at um okkurt barn helt hetta vera løgið, so var tað “hen” sum hevði skeivt. Og alt hetta bleiv altso avgreitt, áðrenn tey kundu byrja at tosa um tað, sum børnini hóast alt vóru komin á legu til – nevniliga at klintra og at rógva í kajakk.

Stórasystirin upplivdi eina líknandi hending. Men hon endaði í staðin fyri í einari avhoyring um abortspurningin – á einari paddleboard[1]legu. Tá hon harafturat vísti seg at hava “skeiv” svar upp á nakrar av spurningunum sum blivu settir, bleiv hon skjótt útifryst úr felagsskapinum.

Sjálvt hetta er altso ein løtumynd av, hvussu tann progressiva ideologiin kann koma til orðanna, tá hon sleppur at blóma uttan tálmandi verjugarð. Annars er tað lutvíst úr slíkum umhvørvum at tann queer-innblásti normkritikkurin, sum í dag verður brúktur í okkara svensku skúlum og barnagørðum, hevur fingið íblástur.

Í slóðbrótaraverkinum: Normkritisk pedagogik: Makt, lärande och strategier för förändring, frá 2010, eru tað fleiri av rithøvundunum sum vísa til bókina hjá Kevin K Kumashiro og Bic Ngo: Six Lenses for Anti-Oppressive Education. Kumashiro var fyrr dekanur við júst Fróðskaparsetrið í San Francisco.

San Francisco sum hann sær út í dag, skuldi av røttum kunnað verið lýstur sum eitt paradís hjá normkritikkinum. Spurningurin er bara um tað ger býin meir ella minni dámligan hjá teimum, sum har búgva. Viðvíkjandi ættarfólkum mínum har í býnum, so umhugsa tey at flyta.


[1] Paddleboardítróttur er ein blanding av surfing og kajakkrógving (den danske ordbog). Paddleboard er eitt avlangt bretti av plastikk ella glasfipur. (d.d.o.)

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina