Sannroyndirnar um Jesu uppreisn IV – Grøvin var tóm

Hetta er tann sjeynda av átta greinum um prógv fyri Jesu uppreisn, og samstundis fjórða grein um sannroyndirnar um Jesu uppreisn.

Tað eru fleiri ábendingar, ið stuðla hini tómu grøvini sum eina søguliga sannroynd:

  1. Søguliga trúvirðið hjá jarðarferðarfrásøgnini stuðlar hini tómu grøvini.

Um jarðarferðarfrásøgnin er eftirfarandi, so hevur tað harvið eisini við sær, at fólk í Jerusalem hava verið greið yvir, hvar ið grøvin var. Bæði jødar og kristin vóru jú til staðar, tá ið Jesus varð lagdur í grøvina. Sostatt má grøvin eisini hava verið tóm, tá ið lærusveinarnir byrjaðu at prædika, at Jesus var risin upp frá deyðum. Lærusveinarnir høvdu ongantíð trúð, at Jesus var risin upp, um líkið av honum enn lá í grøvini. Hetta hevði verið ein fremmandur tanki í einum jødiskum samanhangi.

Og sjálvt um lærusveinarnir prædikaðu, at Jesus var risin upp frá deyðum, so hevði eingin annar trúð á uppreisnina, um grøvin í roynd og veru ikki var tóm.

Ein av teimum mest undranarverdu sannroyndunum viðvíkjandi uppreisnartrúnni hjá teimum fyrstu kristnu er nevniliga, at henda trúgvin tók seg upp júst í býnum, har ið Jesus varð avrættaður alment. So leingi íbúgvarnir í Jerusalem trúðu, at líkið av Jesusi enn lá í grøvini, so høvdu teir heldur ikki trúð, at Jesus var risin upp frá deyðum. Og sjálvt um teir trúðu tí, so høvdu myndugleikarnir lættliga kunna avdúkað lygnina bert við at vísa teimum líkið av Jesusi (Craig 2015: 204-205).

Um jarðarferðarfrásøgnin er eftirfarandi, so er fylgjuniðurstøðan um hina tómu grøvina heldur ikki so fjar. Hetta er eisini orsøkin til, at atfinnarar, sum ikki viðurkenna hina tómu grøvina, kenna seg noyddar til at bera fram próvgrundir ímóti sjálvari jarðarferðarfrásøgnini. Men Jesu jarðarferð tykist kortini at vera ein av teimum sannroyndunum, sum tað finnast flest ábendingar fyri (ibid.: 205). Tað verður sipað til Jesu jarðarferð í sera gomlum og óheftum keldum. Jarðarferðarfrásøgnin er til dømis ein partur av keldutilfarinum hjá evangeliinum eftir Markus (Mark 15,42-16,8). Og av tí at evangeliið eftir Markus er tað elsta evangeliið, merkir hetta eisini, at henda frásøgnin stavar frá einari sera gamlari keldu, sum flestu granskarar knýta saman við frásøgnir hjá eygnavitnum (ibid.: 205-206). Og, sum vit longu hava sæð, so sipar tann gamla traditiónin í Fyrra korintbrævinum 15 eisini til Jesu jarðarferð. Spurningurin er so, um talan er um hina somu hendingina í evangeliinum eftir Markus og í Fyrra korintbrævinum 15. Hesin spurningurin verður svaraður við at samanbera teir fýra at-setningarnar hjá Paulusi við evangeliið eftir Markus og við Ápostlasøguna:

LES EISINI  Er tað møguligt at rísa upp frá deyðum?

 

Samsvarið millum hesar óheftu traditiónirnar undirstrikar fyri okkum, at teir fýra at-setningarnir hjá Paulusi eru eitt slag av samandrátti av hini grundleggjandi hendingargongdini viðvíkjandi Jesu líðing, deyða, jarðarferð og uppreisn. Harvið verður Jesu jarðarferð stuðlað av nøkrum av teimum elstu og óheftu keldunum í Nýggja testamenti (ibid.: 207-208).

Viðvíkjandi jarðarferðini undirstrikar Craig A. Evans eisini, at Jósef úr Arimateu eigur at verða sæddur í ljósinum frá mentanarligu bakgrundini. Av tí at tað var hægsta ráðið hjá jødunum, ið gav Jesus yvir til rómverska avrætting, so høvdu teir eisini skyldu til at syrgja fyri einari sámiligari jarðarferð. Og sambært Evans fekk Jósef úr Arimateu júst hesa uppgávu. Sostatt samsvara evangeliini við ein jødiskan jarðarferðarsið, sum enntá varð virdur av rómversku myndugleikunum í friðartíð (Evans 2014: 88-89). Evans undirstrikar millum annað: ”Tað er einki óregluligt við frásøgnini í evangeliunum um, at ein limur í hægsta ráðinum bað um loyvi til at taka likamið av Jesusi niður og geva tí eina sámiliga jarðarferð, sum samsvaraði við jødiska jarðarferðarsiðin” (ibid.: 89, mín týðing). Tað, sum Evans undirstrikar, sæst eisini hjá Josefusi, ið leggur dent á, at rómverjar ikki noyddu sínar borgarar at bróta lógirnar í sínum egna landi (Josefus 1987: 798). Og ein av hesum lógunum var nevniliga, at ein ongantíð skuldi lata vera við at at jarða eitt lík (ibid.: 807).

Fornfrøðin stuðlar eisini hesum sjónarmiði. Evans leggur til dømis dent á eitt beinhús, ið varð funnið í 1968, og sum hoyrdi til ein mann, ið uttan iva hevði verið krossfestur. Tá ein tíð var fráliðin, vórðu beinini hjá hinum krossfesta, naglarnir og ymiskt annað, løgd í beinhúsið (Evans 2014: 83). Tá ið samanum kemur, er tað altso rímiligt at koma til ta niðurstøðu, at Jesus allarhelst eisini fekk eina sámiliga jarðarferð, sum samsvaraði við jødisku siðvenjuna tá á døgum (ibid.: 89). Í ljósinum frá jødiska jarðarferðarsiðinum hevur ein eisini verið varur við, hvar Jesus varð jarðaður. Seinni var ætlanin jú at heinta og jarða beinini. Tað er altso sera sannlíkt, at Jesus, í samsvari við jødiskan sið, er blivin lagdur í eina kenda grøv, og at henda sama grøvin seinni varð funnin at vera tóm (ibid.: 92-93).

LES EISINI  Sannroyndirnar um Jesu uppreisn I - Jesu krossfesting og deyði

2. Gamlar og óheftar keldur siga frá hini tómu grøvini.

Hetta hava vit eisini nomið við í sambandi við gjøgnumgongdina av tí gomlu traditiónini í Fyrra korintbrævinum 15. Her sóu vit nevniliga, at hóast hin tóma grøvin ikki verður nevnd í traditiónini, so býr tað sambært tátíðar jødisku fatan kortini undir sjálvum orðinum ”uppreisn”, at talan sjálvandi er um eina likamliga uppreisn. Og ein likamlig uppreisn ber við sær eina tóma grøv. Um vit harumframt eisini samanbera teir fýra at-setningarnar hjá Paulusi við evangeliið eftir Markus og við Ápostlasøguna, so síggja vit, at hin triði at-setningurin er ein samandráttur av frásøgnini um hina tómu grøvina. Av tí at sera gamlar og óheftar keldur finnast viðvíkjandi hini tómu grøvini, so er hetta eisini við til at undirstrika, at frásøgnin um hina tómu grøvina ikki kann vera eitt úrslit av einari halgisøgu, sum hevur ment seg við tíðini (Craig 2015: 209-210).

3. Hin tóma grøvin varð eftir øllum at døma funnin av kvinnum.

Hesum hava vit eisini verið inni á í sambandi við Fyrra korintbrævið 15, har ið eg millum annað legði dent á, at kvinnur ikki vórðu sæddar sum álítandi vitni tá á døgum. Tá ið ein hugsar um ta lágu støðuna hjá kvinnum og tann vantandi møguleikan til at virka sum vitni, so er tað løgið, at tað nevniliga vóru kvinnur, ið fyrst funnu hina tómu grøvina.

Um hin tóma grøvin einans var ein halgisøga, so hevði tað óivað verið mannligir lærusveinar, ið funnu grøvina.

Hetta er eisini ein pínlig ásannan. Sannroyndin um, at tað vóru kvinnur, ið vóru høvuðsvitni til hina tómu grøvina, kann einans greinast á ein trúverdan hátt, um tær í roynd og veru vóru tey fyrstu vitnini til hina tómu grøvina. Og evangeliini veita síðani eina eftirfarandi frásøgn av hesi pínligu sannroynd (ibid.: 213).

LES EISINI  Hann er risin upp! - Ein gjøgnumgongd av 1. Korintbrævi 15,3-8 (seinni partur)

4. Hitt elsta jødiska aftursvarið hevur hina tómu grøvina sum fyritreyt.

Í Matteusi 28,11-15 fáa vit varhugan av, hvussu aftursvarið hjá jødunum hevur verið av fyrstantíð. Her lesa vit nevniliga, at gravarvaktin verður mutrað av høvuðsprestunum og teimum elstu og fær hesi boð: ”Sigið: ”Lærusveinar hansara komu á náttartíð og stjólu hann, meðan vit svóvu” (13).

Hetta er ein ásannan í sær sjálvum, tí at uppáhaldið um líkstuldur er jú treytað av, at líkið vantar.

Hetta er eisini ein góð ábending um, at grøvin var tóm, av tí at útsøgnin ikki stavar frá vinunum hjá Jesusi, men frá hansara fíggindum (ibid.: 214).

Hetta, sum eg havi nevnt omanfyri, undirstrikar, at hin tóma grøvin av røttum kann sigast at vera ein søgulig sannroynd. Hetta er eisini niðurstøðan hjá søgufrøðinginum Michael Grant: ”Eingin søgufrøðingur kann avnokta hina tómu grøvina á ein ráðiligan hátt … Um vit nýta tey somu metingarstøðini, sum vit høvdu nýtt viðvíkjandi øllum øðrum keldum frá fornøldini, so eru prógvini so væl grundað og sannlík, at tey noyða okkum til at koma til ta niðurstøðu, at grøvin í roynd og veru varð funnin at vera tóm” (Gustavsson 2017: 194, mín týðing).

 

Keldur

Craig, William Lane. 2015. On Guard for Students: A Thinker’s Guide to the Christian Faith. Colorado Springs: David C Cook.

Evans, Craig A. 2014. Getting the Burial Traditions and Evidences Right. Í: How God Became Jesus. Grand Rapids, Michigan: Zondervan.

Gustavsson, Stefan. 2017. Skeptikerens guide til Jesus 2 – Jesu identitet og opstandelse. Fredericia: Forlagsgruppen Lohse.

Josefus, Flavius. 1987. The Works of Josephus: Complete and Unabridged. William Whiston umsetti. Peabody: Hendrickson.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina