Serliga nú, er upptøkurnar hentar.

Føroyska sjómansmissiónin samlaði í 2017 nógvar videoupptøkur á ein stóran geyma. Upptøkur eru av ymiskum kórum, bólkum og solistum um alt landið. Eisini eru møtir, andaktir, vitnisburðar, talir, og annað gott á geymanum.
Upptøkurnar fylla uml. 92 GB, og tí er tað uml. 27 tíma spælitíð.
Upptøkurnar eru sera fjøllbroyttar; og tær elstu eru frá 1985, og tær yngstu frá 2017.

Í hesum tíðum, har Ellisheim, sambýli v.m., ikki taka móti vitjandi, vegna koronusmittu, kunnu fólk hvørki vitja ella koma inn at hava andaktir fyri búfólkunum. Tí er geymin eitt sera hent amboð, og ikki minst beint nú.
Nøkur heim hava keypt geyman, meðan familjur og onnur hava keypt hann sum føðingardagsgávu til onkran avvarandi á ellisheimi ella eldri fólk, sum sita nógv heima. Upptøkurnar eru til stóra gleði fyri mong.
Geymin kann setast beinleiðis í sjónvørp, sum hava USB stik og í teldir.

Geymin kann keypast á keyp.mission.fo Ella við at venda tær til kontórið í Nesvík á telefon 470000 og fæst fyri 1000 kr, sum er ein serprísur, íroknað meirvirðisgjald.

Gjaldið fer til útreiðslur í samband við upptøkur og redigering.