Sjey kristnir pílagrímar dripnir í Egyptalandi
Fríggjadagin í seinastu viku vórðu tveir bussar við kristnum pílagrímum álopnir í Egyptalandi. Sjey persónar, harav seks í somu familju, vórðu dripnir og 16 aðrir særdir.
Sambært Associated Press skutu álopsmenninir fleiri ferðir móti bussunum, sum komu úr Bani Suef og Sohag landspørtunum. Í bussinum úr Sohag vóru 28 pílagrímar, harav níggju vórðu særdir í álopinum. Í hinum bussinum vóru 14 pílagrímar, harav helvtin varð dripin og hini illa særd.
Leygardagin vóru tey sjey deyðu løgd í eina felags grøv við St. Tadros kirkjuna í Minya. Hendan kirkjan varð brend í grund av Muslimska Bróðurskapinum í 2013. Islamistarnir í Egyptalandi hata tey kristnu, millum annað tí hesi stuðla forsetanum Abdel Fattah el-Sissi. Hann stóð aftanfyri hernaðarkvettið, sum í 2013 fekk táverandi muslimska forsetan frá valdinum.
El-Sissi forseti hevur fordømt álopið og ynskt teimum særdu góðan bata. Longu sunnudagin 4. november søgdu trygdardeildir seg hava dripið 19 islamistar í Minya økinum. Teir dripnu islamistarnir verða hildnir at standa aftanfyri álopið á kristnu pílagrímarnar.
Kelda: Udfordringen