Skeið í upplæring til forbøn nærkast
So er bert góðar tvær vikur til skeiðið um upplæring til forbøn í Missiónshúsinum í Hvalvík Leygardagurin 28. mai 2022. Skeiðið byrjar við morgunmati kl. 9.00 og endar kl. 15.00.
Skeiðið er ætlað øllum, sum hava áhuga fyri evninum og vilja vita meira um, hvat vit kunnu gjøgnum og við forbønini, og sum hava upplæring til forbøn fyri neyðini sum eitt arbeiðsamboð, ið tú kanst nýta til at møta fólki við, har tey eru og við tí, tey koma við og hvussu vit skipa fyri hesum í praksis.
Tankin er, at skeiðið kann vera afturvendandi í nøkur ár, ella soleiðis sum tørvurin er.
Menniskju í okkara tíð hava tørv á hjálp í nógvum samanhangum, og tí kenna vit eina ábyrgd at ganga hesum á møti á ein skipaðan og skilagóðan hátt.
Dagurin verður skipaður í fýra punktum.
- Hvussu sálarrøkt?
- Samtala og forbøn (tagnarskylda, fráboðanarskylda, mannagongdir…)
- Ofta settir spurningar, m.a. sjúka, frelsuvissa, kærleikslív, sálarsjúka o.a.
- Upplegg til casir
Undirvísarar verða: Bergur Debes Joensen, Rúni Johansen, Sverri Steinhólm og Kristian Sofus Eldevig
Kostnaður: 100,- umframt avgjøld
Tað ber til at melda seg til skeiðið her