Skilið var vánaligt – nú ber av
Afganistan var leingi nummar tvey í røðini hjá World Watch List, sum er yvirlit hjá Open Doors av londum í heiminum, har kristin eru mest árend fyri atsóknum vegna teirra trúgv. Við sterka islamiska Taliban skjótu valdyvirtøkuni nú, er framtíð teirra kristnu í Afganistan, døpur í løtuni.
Í einum telduposti heitir Lindy Lowry frá Open Doors um bráðneyðuga forbøn fyri Afganistan og teimum kristnu, har búgva. – Vit hava vakið eygu um støðuna í Afganistan og biðja yvir akuttu støðuni og lítla kristna hópinum, ið fylgja vilja Jesusi, skrivar Lindy Lowry.
Ovasti leiðari Open Doors er virkin í Asia undir dulnavninum, bróðir Sámuel. Hann sigur, at støðan er ógvuliga ótrygg í øllum landinum; ikki bara hjá teimum loyniligu kristnu. – Okkara hjørtu eru sundursorlað. Vit vistu, at hetta kundi henda. Hetta kom ikki óvart; men tað ger ikki pínuna minni, sigur hann.
Í løtuni, meira enn nakrantíð, hevur Afganistan fyri neyðini bráðneyðugar bønir frá alheims kirkjuni.
Biðið fyri Afganistan
- Biðið fyri tí lítla trúgvandi hópinum í landinum. Alt er so út av lagi ótrygt í løtuni. Hvønn skulu vit líta á?
- Biðið, at hesi finna styrki og vísdóm og eisini um ein yvirnatúrligan frið á lyfti Guds.
- Biðið fyri teimum burturriknu. Ein nýggj bylgja av flottum er væntandi frá Afganistan til fleiri partar av Miðeystri og allar partar av heiminum. Biðið um vernd og forsjónir á teirra hættisligu ferð.
- Biðið fyri kvinnunum. Mangar teirra óttast, at talibanstýrið noktar teimum útbúgving. Og teimum, sum eru undir útbúgving, eru í stórum vanda – biðið um, at hesi fáa vernd og verju.
- Biðið fyri teimum sjúku. Hóast tey lítið og einki verða umrødd í alheims miðlum. Vaksandi Covid-19 farsóttin, ger eisini um seg. Avmarkað tal av sjúkrahúsum rúma ikki øllum teimum, ið hagar leita. Als eingin heilsutrygd er til teirra. Biðið fyri heilsutrygdini í landinum, at hon ikki hoknar undir tí øðiligu tyngd.
- Biðið um, at landið ikki verður friðskjól hjá víðgongdum fólki, har talibanstýrið fyri tjúgu árum síðan, legði lunnar undir islamskar felagsskapir, ið aldi upp ræðslubólkar. Hertøkan av landinum og ræðið á øllum Afganistan kann hugsast, er vertur fyri einum nýggjum ættarliði av ræðsluhópum.
CFM hevur skrivað / Henry Debes Joensen, umsetti.