Skráin fyri vikuskiftið

So var aftur vikuskifti! Her er skráin fyri onlinemøtir í vikuskiftinum.

Leygardagur

Klokkan 20.00 sendir Trúboðin ungdómsmøti úr Tabor á Toftum. Andrias Magnussen talar og Anton Liljedahl og Fríðunn Nygaard hava lovsang.

Sunnudagur

Klokkan 14.00 er sunnudagsskúli á skránni. Tað verður úr KFUM&K í Klaksvík.

Klokkan 18.00 er senda vit møti úr Tabor. Hesaferð vera tað Skálafólk, ið hava møtið. Frits Thomsen talar, og systkini Laila, Jóhannus og Elly syngja. Teksmálstulkur verður á møtinum.

Klokkan 20.00 er aftur ungdómsmøti. Í KFUM&K talar Tóta Jeffrisdóttir Akursmørk – Evnið er ”Hann hevur sigrað”. Eisini veðrur ein bøn frá Sóleyð Jóhannessen og lovsangur.

LES EISINI  Sunnudagsskúlin á Oyrasundi byrjaður aftur
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina