Søgan um Saghi
Saghi, ein hyggjari í Iran, kendi seg avbyrgda og sárbara, tá hon vendi sær til Sat-7 fyri at biðja um stuðul í eini krepputíð. Lív hennara broyttist á undurfullan hátt, tá hon heilt óvæntað fann troyst, stuðul og sína persónligu trúgv.
Sat-7 er ein altjóða sjónvarpsstøð, sum alt samdøgrið sendir kristiligar og almannagagnligar sendingar á arabiskum, turkiskum og persiskum, og sendingarnar kunnu síggjast um alt Miðeystur og Norðurafrika.
Boðini frá Saghi til toymið hjá Sat-7 vóru stutt; hon ynskti stutt og greitt ”at læra Jesus betur at kenna”. Tað tók ikki langa tíð hjá Sat-7-toyminum at menna eitt álitissamband teirra millum, so at hon byrjaði at siga søgu sína.
Eitt trupult lív
– Meginpartin av lívi mínum havi eg livað í fátækadømi og einsemi, sigur Saghi. – Í barndóminum bleiv eg argað og særd av fólki. Tá eg einans var 13 ára gomul, bleiv eg gift einum nógv eldri manni, sum hevði sálarligar trupuleikar.
Saghi fekk eitt barn, áðrenn hjúnalag hennara bleiv upployst og endaði við hjúnaskilnaði. Saghi giftist aftur og fekk tríggjar synir og eina dóttir við seinna manninum.
Ein syndarlig vanlukka rakti familjuna, tá ein av ungu synum teirra doyði í eini ferðsluvanlukku, aftaná at hann annars hevði yvirlivað krabbamein. Eftir hetta versnaðu viðurskiftini millum mannin og Saghi nógv. Hann fór illa við henni í orðum, og tað var júst í hesum tíðum, at hon setti seg í samband við Sat-7, hóast ótta fyri at maðurin skuldi finna útav hesum.
Ein undurfull broyting
Sum sambandið millum Saghi og ráðgevarnar hjá Sat-7 mentist, hvarv kenslan av einsemi. Gud var byrjaður at lekja hana, og hetta gav seg eisini til kennar í teimum boðum, hon sendi: – Eg trúgvi, at Gud elskar meg, og tað er soleiðis, eg eri komin í samband við Sat-7.
Ein onnur broyting, sum hendi stillisliga og sum Saghi næstan ikki tordi at trúgva, var, at maðurin eisini byrjaði at broytast. Saghi fortelur: – Fyrr, tá eg bað mannin um pengar til breyð, bæði bannaði og svór hann, áðrenn hann vildi geva mær pengar. Men nú gevur hann mær pengarnar uttan at blíva illur ella enntá at spyrja meg, hvat eg skal brúka pengarnar til. Eg eri so glað, eg veit næstan ikki, hvat eg skal gera við meg sjálva. Minnist tú, tá eg hugsaði um at rýma heimanífrá? Eg eri Gudi so takksom fyri, at umstøðurnar eru broyttar.
Sum mánaðirnir gingu, broyttist alt meira og meira, og boðini frá Saghi gjørdust meira vónrík. – Maður mín broytist alt meira og meira. Maðurin, sum einaferð svór og bannaði yvir meg, um ikki húsið var í tí standi, sum hann ynskti, gongur nú stillisliga og ger reint sjálvur. Hann er nógv róligari, og eg veit, at alla æruna eigur mín himmalski faðir og frelsari.
Takk Gud
Saghi veit, hvør stendur aftanfyri broytingarnar, bæði hjá henni sjálvari og teimum rundan um hana, og hon vil vísa sítt takksemi við, hvussu hon livir sítt lív. – Hvønn morgun vakni eg upp við vón, og eg trúgvi, at mín harri Jesus er við mær, tá eg byrji dagin, og tað ger meg ógvuliga glaða.
Sat-7 vil bera Guds kærleika til fólk sum Saghi, ið leita eftir trúnni ella stríðast einsamøll við nógvum avbjóðingum. Saghi er bert eitt av túsundtals fólkum í Miðeystri og Norðurafrika, sum seta seg í samband við Sat-7 um vegleiðing, bøn og stuðul. Sat-7 er kristilig sjónvarpsrás, sum sendir alt samdøgrið og alla vikuna. Tey senda kristiligar uppbyggjandi sendingar, undirvísing til skúlabørn, sum ongan skúla hava at ganga í og búgva í flóttafólkalegum. Sent verður á ymiskum tungumálum sum arabiskum, turkiskum og farsi (persiskum). Toymi sita klár at svara spurningum beinleiðis frá hyggjarum og um gjørligt at vitja og veita ymiska hjálp.
Kirkjuliga Heimamissiónin stuðlar sjónvarpsrásini Sat-7, og um tú hevur hug til at stuðla hesi týdningarmiklu sjónvarpsrás, er møguleiki at flyta pening á kontu í BankNordik 6460-182.900.0
Kelda: Sat-7. Av trygdarávum eru bæði navn og mynd broytt.