Soleiðis hevur farsóttin ávirkað ensku kirkjuna og kirkjusamfeløg
Evangelisk Alliansa í Onglandi hevur undir farsóttini fleiri ferðir skipað fyri spurnarkanningum fyri at kunna fylgja, hvussu farsóttin ávirkar trúarlívið. Frágreiðingin hevur til endamáls at geva eina mynd av, hvussu støðan er tvørturum enskar kirkjur. Í oktober 2021 var tað triðju ferð, EA sendi spurnarbløð út, og nú eru so úrslitini av hesi kanning tøk.
Ein av stóru broytingunum, ið kom fram í seinastu kanningini var ein broyting í vanum hjá fólki at fara í kirkju. Færri bretar fara í kirkju hvønn sunnudag og tað eru fleiri, ið fara annan hvønn sunnudag ella eina ferð um mánaðin. Henda broyting sær eisini út til at hava eina ávirkan á sjálvboðið arbeiði og inntøkur frá sjálvbodnum gávum, slær EA England fast í frágreiðingini. Fólkini aftanfyri kanningina koma fram til, at farsóttin á ymsan hátt hevur givið mongum menniskjum eitt serliga gott høvi at umhugsa tær skyldur, tey hava átikið sær sum sjálvboðin í samkomulívinum enn einaferð. Og her eru altso nøkur, ið hava valt tænastuna frá. Kanningin kemur ikki nærri inn á, hví hetta er hent.
Samstundis greiða fólk frá, at tey ikki síggja nakra stóra forðing fyri at deila trúnna við ikki trúgvandi, men at tey mangla at hava samband við menniskju, ið ikki hava nakað tilknýti til kirkjuna. “Vit vita frá øðrum kanningum, at fólk eru meira opin fyri gleðiboðskapinum í løtuni enn áður og at tann mest vanligi vegurin at koma til trúgv er gjøgnum ein kristnan vin. Henda kanning vísir á ein tørv fyri, at ein og hvør kirkja leggur dent á at kveikja hvønn ein lim í kirkjuni til at vera ein góður vinur og gera tey út, so tey eru før fyri at luta trúgv teirra við onnur,” sigur Phil Knox, leiðari fyri missión til ung vaksin í Evangelisk Alliansa.
– Kirkjan stendur framvegis yvir fyri einum óstøðugum og til tíðir sera avbjóðandi landslagi. Kortini er hetta eisini ein møguleiki fyri at grunda yvir og byrja aftur at seta strategiskar spurningar og tosa saman um, hvat vit kunnu læra av støðuni. Og meðan vit hetta gera, mugu vit biðja um, at vit øll somul verða pliktað til at gera Jesus kendan gjøgnum orð og gerðir okkara, siga fólkini aftanfyri kanningina at enda.