Standmynd av Billy Graham í staðin fyri standmynd av rasisti

Ein standmynd í fullari stødd av evangelistinum Billy Graham skal reisast í Capitol Hills Statuary Hall. Standmyndin av Graham skal eftir øllum at døma reisast í staðin fyri eina standmynd av einum fyrrverandi guvernøri í North Carolina, sum var fyri rasuskilnaði.

Í U.S. Capital Statuary Hill er staturin North Carolina í løtuni umboðaður av Charles Aycock (1859-1912), sum var undangongumaður fyri hvítum yvirræði.

Charles Aycock  var ein av høvuðsmonnunum aftanfyri ein rasuuppreistur og kvett í Wilmington í North Carolina í 1898, har eitt býlingsráð við svørtum amerikanarum varð koyrt frá, og hvítir embætismenn vórðu settir í staðin.

Bæði staturin North Carolina og Umboðsmannatingið vilja hava standmyndina av Aycock burtur. Og í seinastu viku góðkendi ein nevnd í statinum eina standmynd av Billy Graham, sum myndahøggarin Chas Fagan hevur gjørt.

Drúgv tilgongd

Í kjalarvørrinum av ófriðinum og rasuuppgerðini eftir ógvusligu handtøkuna av George Floyd, hava nógv vilja havt standmyndir av trælaeigarum og kendum rasistum burtur. Ynskið um eina standmynd av Billy Graham var tó íkomið langt áðrenn kjakið um rasismu í USA, sum hevur verið í seinastuni.

LES EISINI  FRANKLIN GRAHAM ÓYNSKTUR - ikki rúm fyri honum!

Fyrrverandi senatorurin Í North Carolina, Dan Soucek, trokaði á at fáa nýggja standmynd longu í 2015, also meðan Billy Graham framvegis var á lívi. Stutt eftir, at Billy Graham doyði í 2018 kom aftur gongd á málið.
– Frá einum kristnum, átrúnaðarligum sjónarmiði er Billy Graham óreingiliga eitt alheims ikon, segði Dan Soucek. Hann minti millum annað á, at Billy Graham gjøgnum seks áratíggju var í topp-10 listanum hjá Gallup yvir mest hámettu fólk.

Vildi geva Gudi heiðurin

Billy Graham Evangelistic Association hevur, í samstarvi við statinum, fingið til vega 650.000 dollarar til at gera standmyndina fyri. Tað verða ikki brúktir miðlar frá statinum til verkætlanina.
Standmyndin sýnir Billy Graham, sum hann sá út í sekstiárunum. Men evangelisturin Franklin Graham heldur ikki, at pápin hevði vilja arbeitt fyri at fingið standmynd reista av sær.
– Pápi mín hevði verið glaður um, at fólk hugsaðu um seg á hendan hátt, men hann ynskti, at fólk skuldu geva Gudi heiðurin, og ikki sær, sigur Franklin Graham.

LES EISINI  FRANKLIN GRAHAM ÓYNSKTUR - ikki rúm fyri honum!

Kelda: Udfordringen
Torfinn Jacobsen týddi

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina