Støðugt færri taka seg úr donsku fólkakirkjuni

Talið á útmeldingum úr donsku fólkakirkjuni triðja ársfjórðing í ár er tað lægsta í 10 ár, vísa tøl frá Danmarks Statistik.
1.952 persónar tóku seg úr fólkakirkjuni triðja ársfjórðing, í mun til 3.142 og 2.184 í ávikavist fyrsta og øðrum ársfjórðingi í ár.

Sostatt eru 7.278 fólk farin úr fólkakirkjuni higartil í ár. Til samanberingar var talið 12.012 sama tíðarskeið í fjør og 20.099 í fyrraárið.

Eftir nøkur sveiggj orsakað av kjakinum um vígslu av samkyndum í 2012 og átakinum hjá Ateistisk Selskab í 2016, hevur talið á útmeldingum nú eftir øllum at døma lagt seg á umleið sama støði sum fyrr.

Sambært seinastu uppgerðini eru 4.344.326 limir í donsku fólkakirkjuni.

 

Kelda: Udfordringen

LES EISINI  Poddvarp: Er Fólkakirkjan í einari kreppu?
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina