Stórmøti: Myndir frá fríggjakvøldinum

Fyrsta kvøldið av Stórmøtunum er farið aftur um bak. Sum sagt var á møtunum í gjár, so er møguligt at senda myndir inn til Trúboðan.

Nógvar myndir eru komnar inn, og tað takka vit hjartaliga fyri.

Fleiri vóru samlaði í missiónshúsum ymsastaðni í landinum. Í Missiónshúsinum á Strondum vóru fleiri komin saman á møti. Á Strondum gera tey eisini nógv burturúr møtunum, tí hvørt kvøld er drekkamunnur og sunnukvøldið er nátturði.

Hóast tey flestu eru samd um, at kenslan av Stórmøtinum ikki er júst tann sama sum til eitt “vanligt” Stórmøtið, so eydnaðist fyrsta kvøldið sera væl.

Til ungdómsløtuna vóru fleiri enn 50 ung samlaði í KFUM&K í Klaksvík og eisini í Glyvra Missiónshúsið vóru fleiri ung samlaði til ungdómsløtuna.

Tit eru framvegis vælkomin at senda myndir av hvussu tú/tit eru á Stórmøti 2020. Tað kunnu tit gera við at skriva til trubodin@mission.fo.

LES EISINI  Sælur, sælur er tann
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina