Stórur kirkjuvøkstur í Algeria

Fyri Samia og Salah Kessai, sum starvast hjá sjónvarpsrásini SAT-7, er mótgongd ikki nakað nýtt. Til dømis er tann kirkjan, sum tey ganga í, júst latin uppaftur, aftaná at hava verið stongd av myndugleikunum í fleiri mánaðir. Men hjúnini, sum framleiða góðar sendingar úr Algeria fyri SAT-7, nokta fyri at missa vónina, og arbeiðið teirra er ein týðandi stuðul hjá teimum, sum velja at fylgja Jesusi.

Sum mangir kristnir leiðarar í Algeria, hava Samia og Salah verið vitni til sera stóran kirkjuvøkstur seinastu árini.
– Triðja hvønn mánað hevur kirkjan dóp, og viðhvørt verða meira enn 100 fólk doypt. Í juni vórðu 67 fólk doypt, sigur Salah.

Men samstundis er kirkjan fyri støðugt vaksandi uppílegging frá myndugleikunum.
– Teir nokta fyri at geva kirkjunum loyvi at virka, og so stongja teir kirkjurnar, tí tær ikki hava loyvi frá myndugleikunum, greiðir Salah frá.

11 kirkjur eru vorðnar stongdar, teirra millum kirkjan hjá Samia og Salah í Ain Turk, nærindis Oran. Hon varð stongd fyri sjey mánaðum síðani, men er nú tíbetur latin uppaftur.
– Tess størri trupulleikar kirkjan hevur, tess skjótari veksur hon, sigur Salah.

LES EISINI  Víðgongdir hinduarar neyðtóku fýra ára gamla gentu, tí pápin vildi ikki gevast við at boða gleðiboðskapin

Hjúnini framleiða sendingar við gudstænastum umframt sendingar við undirvísing í kristni og samrøðum.
– Sendingarnar hjá SAT-7 hava stóra ávirkan á hyggjarar, sum fegnir vilja síggja sendingar á sínum egna máli. Við at síggja hesar sendingar, fáa mong menniskju persónlig viðurskifti við Gud, sigur hann.

Úrslitið av hesum sendingum sæst ikki bara í Algeria. Salah minnist eina samrøðu við ein bólk av kristnum úr Marokko.
– Tey søgdu, at tey hittust í einum privatum heimi til at biðja og at síggja sendingina “Mín kirkja í Algeria”. Tey bóðu um, at tey ein dag eisini høvdu eina slíka kirkju í Marokko.

Salah sigur, at tað er ein stór avbjóðing at vera ein kristin í Norðurafrika. Tey leitandi kristnu møta ofta stórari mótgongd frá fólkinum kring tey.

SAT-7, sum Heimamissiónin eisini samstarvar við, sendir sjónvarpssendingar á fimm rásum á trimum ymiskum málum alt samdøgrið.

 

Kelda: SAT-7

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina