Stuðlið Bíbliufelagnum í Ukraina
Vit frætta javnan frá okkara starvsfeløgum, Bíbliufeløgunum kring heimin.
Seinastu dagarnar hevur linjan gingið heit til Ukraina. Krígsstøðan ger, at alt virksemið hjá Ukrainska Bíbliufelagnum upp á fáar dagar er broytt.
Støðan er spent og hættislig, men felagið hevur eitt gott samstarv við kirkjur, samkomur, stjórnina og herin. Herurin og onnur eftirspyrja Bíbliur, og felagið fær tí loyvi at býta Bíbliur út til herdeildir, hóast útigongubannið. Felagið hjálpir eisini við neyðhjálp og Bíblium til onnur, sum sita í bumbuskýlum, í kjallarum ymsastaðni og flóttar í grannalondunum.
Bíbliufelagið hevur Bíbliuhús og starvsfólk í Kiev, Kherson, Kharkiv og L’viv.
Kharkiv hevur verið undir hørðum álopum í gjár, og í dag rakti kraftig álop, júst har kristin vanliga biðja. Men hetta var tíbetur eftir bønina. Øll starvsfólkini hjá Bíbliufelagnum í Kharkiv eru trygg. Men tað tykist sum strategiin hjá fíggindanum er at skelka fólk, tí í gjár vóru flestu álop, meðan fólk vóru úti og keyptu breyð og heilivág.
Støðan hjá Ukrainska Bíbliufelagnum er, at bíbliugoymslan í Kiev er tóm. Metingin er, at tørvurin á Bíblium kemur at vaksa og standa við langa tíð fram.
Noreg hevur stuðlað Ukrainska Bíbliufelagnum síðani 1990 og skipar nú fyri eini innsavnan til Ukrainska Bíbliufelagið. Hendan innsavnan varð løgd til rættis í fjør, men nú er tað meira viðkomandi enn nakrantíð. Stýrið fyri Føroyska Bíbliufelagið hevur á fundi 28. feb. valt, at vit vilja stuðla hesum.
Føroyska Bíbliufelagið fer tí at heita á stuðlar og allar føroyingar at vera við at fylla goymslurnar hjá Ukrainska Bíbliufelagnum.
10 ukrainskar barnabíbliur kosta uml. 300 danskar krónur.
Kontan til endamálið er: 9181-492.922.7
Minst til at viðmerkja: Ukraina.
Vit takka hjartaliga fyri allan stuðul!