Tað gamla menniskjað

– Ein persónur er komin inn higar á møtið í kvøld, sum ikki kann verða frelstur, segði talarin í byrjanini av síni talu einastaðni á Vesturlandinum í Noregi. Fólk hugdu ivasom í kring. – Ein, sum ikki kann verða frelstur? Hvør mundi tað vera, sum talarin hugsaði um?

– Ein persónur er komin inn higar á møtið í kvøld, sum ikki kann verða frelstur, endurtók talarin. – Tað gamla menniskjað!

Hvør er hetta “gamla menniskja”? spyrt tú kanska. Tú ert ikki so kunnugur við Bíbliunnar málbrúk. Tað gamla menniskjað er menniskjað í tess natúrliga standi.

Tað gamla menniskjað er føtt við bakinum móti Gudi. Tað er eitt úrslit av syndafallinum, sum vit lesa um í Fyrstu Mósebók, 3. kapittli. Tað gamla menniskjað elskar ikki Gud. Tað hevur meira hug at gera sín egna vilja enn Guds vilja. Tað vil heldur velja sín egna veg enn Guds veg.

Eingin okkara livir soleiðis, sum Gud vil, at vit skulu gera. Tað er tí, at eitt menniskja hevur Guds frelsu fyri neyðini. Tað gamla menniskjað kann hvørki frelsa seg sjálvt ella broyta seg, so tað livir soleiðis, sum Gud vil. “Tí at trá holdsins er fíggindskapur móti Gudi, av tí at hon ikki er Guds lóg lýðin, ja, kann heldur ikki vera tað” (Róm 8,7).

Frelsa er sostatt ikki at broyta seg sjálvan. Tað er heldur ikki, at Gud broytir tað gamla menniskjað. Frelsa er at verða føddur av nýggjum.

Eitt nýtt menniskja verður til! Við síðuna av tí gamla. Tí hevur ein kristin tvey ymisk lyndi.

LES EISINI  Endurloysingin

Ein kristin sleppur frá at vænta nakað gott av tí gamla menniskjanum. Hann skal vænta alt gott av Jesusi. Nýggj kristin verða ofta skuffað av sær sjálvum. Eldri kristin eisini. Vit halda, at vit eru betri, enn vit í veruleikanum eru. Vit halda, at vit megna at gera tað góða.

Men hoyr, hvat Jesus sigur í Jóhannes 15,4-5: “Verðið í mær, so verði eisini eg í tykkum: Eins og greinin ikki kann bera ávøkst av sær sjálvari, uttan hon verður í víntræinum, soleiðis kunnu ikki heldur tit, uttan tit verða í mær. Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøkst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera.”

Tað ber til at liva eitt ríkt lív sum kristin hóast tað gamla menniskjað. Síggj fyri tær eitt flogfar, sum lættir av flogbreytini. Ein skuldi trúð, at eitt tílíkt flogfar er loyst frá tyngdarlógini. Tað lættir jú! Men tyngdarkraftin virkar framvegis á flogfarið. Loyndarmálið er, at aðrar kreftir og mekanismur virka sterkari: Flogmotorarnir og veingjaspennið. Ávirkanin av tyngdarlógini verður burtur, tá aðrar kreftir virka sterkari.

LES EISINI  Hvat sigur tú um tína synd?

Tað gamla menniskjað flytir seg burtur frá Jesusi. Tað nýggja menniskjað vil liva nær Jesusi. Harvið verður spurningurin: Hvat er sterkast?

Gev tí nýggja lívinum møguleika at spenna seg út. Gev tínum gudslívi góðar liviumstøður!

 

Til umhugsanar

– Eg kenni tað, sum um tveir hundar berjast um valdið í mínum lívi, segði ein nýfrelstur afrikanari við ein av trúboðarunum.
– Hvør vinnur? Spurdi trúboðarin aftur.
– Tann hundurin, sum eg fóðri mest, svaraði tann innføddi.

Hvørjum gevur tú mat í tínum kristnilívi? Tí gamla ella tí nýggja menniskjanum?

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina