Timothy Keller, deyður!

Eftir eina langa og drúgva sjúkrelegu, doyði hann, kendi presturin og rithøvundin, Timoty Keller.  

Runt allan heimin hava mong alfegin lisið onkra av hansara bókum, ella lýtt á onkra av mongu talunum, hann hevur hildið. 

Eisini í Føroyum, er t.d. bóklingurin, ”Sådan når við Vesten igen,”kendur. Bóklingurin kom á danska bókamarknaðin fyri tveimum árum síðan. Av fremmandum bókum, er hon ein hin mest selda á manna.fo  

Keller hevur í mong ár verið prestur í eini evangeliskari kirkju á Manhatten, sum hann sjálvur hevði grundað, eins og hann eisini, saman við øðrum, hevði grundað the Gospel Coalition. Tað er ein heimasíða, ið sendir greinar við læruríkum innihaldi út. Fleiri av teimum hava staðið á Trúboðanum.  

Timothy fekk í 2020 staðfest krabba í brisinum (búkspýttkertlinum). Seinni greiddi hann í eini samrøðu í blaðnum, The New York Times frá og segði fylgjandi:  

«Um Kristi uppreisn var veruleiki, fer Gud at enda at fáa skil á hesum. Líðingin og óndskapurin hvørvur og eisini deyðin. Hetta, at gerast gamal, hvørvur. Briskrabbin eisini. Var Kristus ikki risin, hevði heimurin einki tamarhald havt á støðuni. Men, um Jesu uppreisn er ein veruleiki, so er vón fyri heimin. 

LES EISINI  Bróðir Andreas 1928-2022 

Keller doyði frá konu og trimum synum: Davidi, Michael og Jonathani.         

H.D. Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina