Tókst tú lút í hjálpini til Sri Lanka í 2019?
Í apríl í 2019 vórðu kristin í Sri Lanka álopin. Umframt kristin vórðu eisini ferðafólk úr vesturheiminum mál fyri yvirgangsbumbuálopum. Stutt eftir hetta sendu føroyingar 70.000 kr. sum neyðhjálp til bumbuoffrini. Um tú vart við til at stuðla tá, so kunnu vit nú siga tær eitt sindur um, hvussu peningurin varð nýttur.
Tað var Evangelisk Alliance í Sri Lanka (NCEASL), ið tók ímóti hesum peningi. Gud hevur signað tey við sera dugnaligum staðbundnum starvsfólki, har ein teirra eitt nú hevur fingið eitt ST-heiðursmerki fyri sítt arbeiði at hjálpa minnilutum í landinum.
Sum nakað av tí fyrsta gav NCEASL 68 familjum “Livelihood Grants”. Nøkur teirra høvdu mist forsyrgjara sín, meðan onnur fingu varandi løstir undir álopunum. Umframt arbeiðspeningur vóru eisini seymimaskinur og onnur útgerð keypt, ið kundu hjálpa offrunum at byggja lív teirra upp av nýggjum.
Seniviratne
Eitt av offrunum var Seniviratne, sum hóast hann ikki var heilt ungur, enn var virkin at renna maraton. Kona hansara var farin uttanlands fyri at vinna familjuni pening, men tá Seniviratne varð løstaður av bumbuni mátti hon venda heim aftur at røkta hann. Samstundis mátti dótturin gevast við útbúgvingini, sum hon var í holt við at taka. Staðin fyri varð hon noydd at finna sær arbeiði, ið tryggjaði familjuni mat á borðið. NCEASL stuðlaði familjuni til at gjalda útreiðslur til læknaviðgerð og lata neyðskamtar fyrstu tíðina.
Seniviratne kemur seg alsamt, og er vónin í dag tann, at hann ein dag gerst førur fyri at ganga aftur. NCEASL vónar, at peningur kann fáast til vega at hjálpa dóttrini at gera útbúgving sína lidna.
Sumithra
Tá Sumithra misti mann sín í bumbuálopinum, misti hon bæði sálarvin og mann sín, ið uppihelt henni og barni teirra. Hon varð rakt av djúpari sorg um syndaliga missin, men NCEASL nýtti nakað av tí peningi, felagsskapurin hevði fingið til neyðhjálp, at geva Sumithra møguleika at byrja eina lítla fyritøku við einum ljóstøkutóli(kopimaskinu). Hon fekk umframt hetta tól eisini eitt sindur av grundleggjandi skrivstovuútgerð. Árini eftir hetta hevur Sumithra rikið lítlu avritsfyritøku sína somikið væl, at hon nú hevur víðkað virksemi sítt við tulkitænastu, ið er ein sera eftirspurd tænasta í tí økinum.
Onnur hjálp
Yvirlitið yvir persónar, ið hava fingið hjálp frá NCEASL er langur. Fyrst og fremst varð hjálp latin at rinda jarðarferðina hjá 48 limum í kirkjuni.
23 av teimum bilunum, ið stóðu uttanfyri bumburaktu kirkjuna eru vorðnir umvældir, og 13 súkklur vórðu latnar teimum, hvørs bilar ikki kundu umvælast.
97 børn fingu fíggjarliga hjálp til at kunna halda á at ganga í skúla, tá familjurnar høvdu mist fíggjarliga grundarlagið eftir álopið.
NCEASL hevur umframt hetta latið pening til Zion kirkjuna, ið var meint rakt av bumbuni, og sum nú skal byggjast upp aftur. Hetta arbeiðið er ikki byrjað enn.
Ein heilsan til øll, ið stuðlaðu
Føroyska innsavningin varð gjørd í samstarv við Evangelisk Alliance í Danmark. Formaðurin, Thomas Bjerg Mikkelsen, hevur sent okkum fylgjandi bræv:
Góðu vinir í Føroyum
Í 2019 var Evangelisk Alliance í Danmark við til at fáa í lag stóra peningaupphædd til offrini fyri yvirgangsatsóknina í Sri Lanka. Peningurin, ið varð samlaður inn í Føroyum, hevur havt avgerandi týdning fyri offrini. Uttan pening at rinda fyri eitt nú sjúkrahúsviðgerð, uppihald, heilivág og afturvenjing høvdu tey verið í eini verri og aloftast heilt vónleysari støðu.
Takk fyri tykkara stóra hásinni!
Eg havi framhaldandi gott samband til tey kristnu í landinum. Koronafarsóttin merkir, at einavaldsstýrdu og stríðsfúsu kreftirnar i samfelagnum hava fingið alt meira vald. Tað er ein skeiv gongd, ið ikki boðar frá góðum og sum hevur ført við sær øktan mismun framdan móti teim kristnu í landinum.
Í samband við mítt arbeiði í felagskapinum fyri forfylgdum kristnum havi eg verið í nánd av og upplivað, hvussu singalesiska fregnartænastan hevur økt um eftirlitið við teimum kristnu. Eg kenni eisini frá frágreiðingum, at nøgdin av álopum móti kristnum er økt. Støðan er sostatt ikki batnað síðan 2019.
Latum okkum biðja fyri teim kristnu í Sri Lanka.Guds friður og vælsignilsi yvir arbeiði tykkara
Vinarliga
Thomas Bjerg Mikkelsen Formaður í Evangelisk Alliance í Danmark