Tríggjar fyrrverandi skøkjur doyptar

Tað var lovsangur og forbøn við Mekongánna tann 20. oktober, tá tríggjar ungar kvinnur, hjálptar gjøgnum felagsskapin “Daughters of Cambodia”, vórðu doyptar til nýtt lív í Kristusi.

“Eg havi Jesusi valt at fylgja, ei vendist við, ei vendist við!” Soleiðis ljóðaði lovsangurin, tá tríggjar kvinnur úr felagsskapinum “Daughters of Cambodia” (døtur Kambodja) komu upp aftur úr vatninum, tá tær vóru doyptar í Mekongánni.

Tær tríggjar eru fyrrverandi skjøkjur, sum gjøgnum frálæruna á tí kristna hjálpardeplinum í høvuðsstaðnum Phnom Penh hava lært um Jesus og viljað tikið ímóti honum sum sínum persónliga frelsara.

Upplivdu, at Gud greip inn gjøgnum Daughters of Cambodia

Sunnudagin 20. oktober fóru nøkur starvsfólk, tvær vinkonur, ein kambodjanskur prestur og fólk úr kirkju hansara við oman á strondina við Mekongánna, har kvinnurnar vórðu doyptar.

Trúboðarin hjá donsku Luthersk Mission, Christina Palmkvist Andersen, sum undirvísir og arbeiðir saman við teimum trimum kvinnunum á deplinum hjá Daughters of Cambodia, var eisini við til dópin.

LES EISINI  Hvat er umvending?

– Vit sungu og bóðu fyri gentunum. Tær søgdu frá, hví tær fegnar vildu verða doyptar. Tað snúði seg nógv um, at tær høvdu upplivað, at Gud greip inn í lív teirra gjøgnum Daughters of Cambodia.

Eftir dópin var ein kambodjansk máltíð við rísi, steiktum høsnarunga og frukt, hugna og svimjing í ánni.

Hjálpa teimum til frælsi frá sextrældómi

Danski trúboðarin hevur arbeitt sum sjálvboðin á hjálpardeplinum síðani august í 2015 og heldur, at tað er serstakliga meiningsfult.

– Málið hjá felagsskapinum er júst at seta kvinnur í frælsi frá sextrældómi og geva teimum møguleika at broyta lív sítt, geva teimum eina framtíð og eina vón – eisini eina himmalska vón. Daughters of Cambodia er við til at geva teimum lykilin til hetta frælsi, sigur Christina.

Fáa undirvísing og hjálp til eina nýggja yrkisleið

Á deplinum í Phnom Penh fáa útsettar kvinnur viðgerð, heilsuhjálp, frálæru og hjálp til eina nýggja yrkisleið.

LES EISINI  Augsburgska trúarjáttanin VII: Guds náðimiðlar

Christina Palmkvist Andersen hevur millum annað ein mammubólk, har hon undirvísir 18 mammum í ymiskum evnum viðvíkjandi barnauppaling. Harumframt er hon við í forbønartoyminum hjá deplinum, har tey biðja fyri arbeiðnum og einstøkum bønarevnum.

Við trúboðaranum stuðlar Luthersk Mission arbeiðnum hjá Daughters of Cambodia.

 

Kelda: Luthersk Mission

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina