Trúboðari dripin á oyggj í Bengalsku víkini

26 ára gamli John Allen Chau var ævintýrari og útbúgvin trúboðari. Hann brendi fyri at boða evangeliið fyri fólkunum á oynni North Sentinel, men tey drupu hann, stutt aftaná at hann var komin til lítlu oynna í Bengalsku víkini eystanfyri India.
Serfrøðingar hava lýst fólkið á North Sentinel sum fullkomiliga ónátt.
– Vit eru vorðin mint á, at tað er vandamikið at lýða missiónsboðini um at gera øll fólkasløg til Jesu lærusveinar, skrivar Religion News Service.
Sambært heimasíðuni peoplegroups.org er eftir øllum at døma eingin kristin á oynni. Tey hava ongantíð sæð eina bíbliu ella ein Jesus-film. Tey hava heldur ikki hoyrt upptøkur av evangeliunum. Fólkini á North Sentinel eru landafrøðiliga avbyrgd og hava ongantíð hoyrt kristnar vitnisburðar.
John Chau visti um vandan við at fara og boða evangeliið fyri hesum avbyrgda fólkinum. Tann 14. november var hann saman við tveimum fiskimonnum farin við báti til oynna. Har sá hann menn vápnaðar við boga og ørvi. Hann rópti til teirra: “Eg eiti John, eg elski tykkum og Jesus elskar tykkum!”
Dagin eftir fór John aftur til oynna. Ættarfólkið skeyt eftir honum, og ein ørvur rakti bíbliuna hjá honum og fór ígjøgnum hana.
John Chau skrivaði í dagbók sína: “Gud, eg ynski ikki at doyggja. Hvør skal taka mítt pláss, um tað hendir?” Hóast ótta og í stríði við indiska lóg vildi hann kortini sleppa aftur til oynna.
Tann 16. november varð John aftur settur í land á oynni, men nú varð hann dripin av ørvum, og síðani fóru íbúgvararnir dragandi við líkinum og gróvu tað niður í sandin.
John Chau var limur í missiónsfelagsskapinum All Nations.

LES EISINI  Í Liljudali á missiónsferð: Hava ment okkum nógv sum lærusveinar

 

Kelda: Udfordringen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina