Trúgv og siðir – fyrri partur

Augsburgska trúarjáttanin XV: Hvønn leygardag gjøgnumgongur Trúboðin eina grein í Augsburgsku trúarjáttanini, sum er eitt av teimum fimm játtanarritunum hjá evangelisk-luthersku fólkakirkjuni. Jón Poulsen, prestur í Danmark, hevur skrivað, og greinarøðin varð prentað í Trúboðanum í 2007.

“Um kirkjusiðirnar læra tey, at teir siðir eiga at verða varðveittir, sum kunnu varðveitast uttan synd, og sum tryggja frið og gott skil í kirkjuni, so sum ávísir halgidagar, vissar hátíðir og annað hesum líkt. Tó verða menniskjuni mint á, at tey ikki skulu lata hetta níva samvitskuna, sum var ein slík dýrkan neyðug til frelsu” (úr 15. grein).

“Eisini verða næstan allir vanligir halgisiðir hildnir; tó verða umframt latínsku sálmarnar av og á brúktir týskir sálmar, sum eru ætlaðir fólkinum til lærdóms. Tí at halgisiðirnir eru eina mest neyðugir til lærdóms hjá teimum ólærdu. Eisini Paulus heldur, at í kirkjuni eigur tað mál at vera brúkt, sum fólkið skilir (1 Kor 14)” (úr 24. grein).

“Tað hevur verið vanliga fatanin, ikki bara hjá almúgvuni, men eisini hjá lærarunum í kirkjuliðunum, at tað at gera mun á mati og aðrir tílíkir mannasiðir eru gerningar, ið gagnligir eru at vinna sær náðina við, og at teir gera fulnað fyri syndirnar…

Í fyrsta lagi kámaðist læran um náðina og trúarrættvísina…

Í øðrum lagi kámaði hesin siðaarvur Guds boð, við tað at hann varð tikin fram um tey…

Í triðja lagi var siðaarvurin ein stórur vandi fyri samvitskurnar…

Tó verður meginparturin av siðaarvinum hildin hjá okkum, serstakliga tann parturin, sum tryggjar gott skil í kirkjuni…” (úr 26. grein).

 

Siðir

Hví halda vit jól 25. desember? Hví koma vit fyrst og fremst í kirkju sunnudag og ikki leygardag? Hví er presturin í kjóla? Hví er tað mest urga, sum verður brúkt sum ljóðføri til gudstænastuna?

LES EISINI  Augsburgska trúarjáttanin I: Gud

Tí soleiðis plaga vit at gera! Hetta er vorðin ein siður fyri okkum. Bíblian sigur einki um, at Jesus varð føddur jólanátt! Hon sigur heldur einki um, at hámessan skal vera sunnudag! Hon sigur so als einki um svartan prestakjóla ella urgu! Men hetta er altso vorðin vanligur siður hjá okkum.

Tað er av stórum týdningi, at vit alla tíðina eru varin við, at eingin tílíkur siður verður knýttur at frelsuboðskapinum!

Og kemur tað so langt, at siðirnir standa ímóti frelsuboðskapinum – so skulu teir beinast av vegnum beinan vegin!

Vit áttu í kirkjuni at spurt okkum sjálv: Tað, sum vit gera, førir tað okkum tættari at krossinum?, ella kanska enn meiri týdningarmikið: Tað, sum vit gera, heldur tað menniskjum burtur frá gleðiboðskapinum? Halda jólini okkum burtur frá Jesusi? Hevur urgan við sær, at fólk velja orðið um Jesus frá?

Siðir og gleðiboðskapurin

Áðrenn og undir trúbótini vóru ymiskir siðir, sum so at siga vóru við til at føra okkum tættari at frelsuni. Til dømis um tú keypti avlátsbræv, kundi tú stytta um tína tíð í reinsingareldinum! Ella um tú fór á pílagrímsferð, so førdi tað ein tættari at himmalinum! Alt hetta vóru trúbøtararnir við til at beina burtur – men hildu tó fast um teir flestu siðirnar, sum ikki stríddu ímóti gleðiboðskapinum!

So er spurningurin til okkara í dag: Hava vit nakrar siðir í okkara samkomu, sum, um vit fylgja teimum, so er frelsan okkum tættari?

Eg eri bangin fyri, at onkur sovorðin siður finst hjá okkum eisini.

Til dømis havi eg mangar ferðir á møtum hoyrt, at um onkur í dag vil reisa seg upp og bera vitnisburð um Jesus fyri fyrstu ferð, so skal hann verða frelstur! Og til hetta endamál hava verið misnýtt onkur bíbliuvers (t.d. Róm 10,9 og 1 Jóh 1,9). Hetta er ein siður, sum svarar til lógartrældómin hjá jødunum á Jesu tíð! Somuleiðis havi eg eisini upplivað onkur lovsangsmøti, at lovsangsleiðarin sigur okkurt um, at nú eru vit so og so tætt at Guds trónu – nú merkja vit Andan serliga væl. Aftaná eru fólk so komin í sálarneyð og hava spurt: – Eri eg ein vánaligur kristin, tí eg ikki upplivi tað soleiðis sum hini? Eri eg yvirhøvur frelstur?

LES EISINI  Greinarøð um Augsburgsku trúarjáttanina: Fyri at halda okkum til krossin

Náðin aleina

Spurningurin er so: Er nakar møguleiki fyri at koma tættari Jesusi? Er nakað, eg kann gera, fyri at verða frelstur? Í egnari megi kunnu vit ikki, tí frelsa hvørki avlátsbrøv, pílagrímsferðir, vitnisburðar ella lovsangsløtur! Hetta er sera týdningarmikið at sláa fast! Hetta var boðskapurin, sum fleiri av okkara kristnu brøðrum og systrum hava latið sítt lív fyri! Hetta er kjarnin í boðskapinum, sum okkara trúbøtarar fegnir høvdu farið í deyðan fyri!

Sagt uppá ein heilt annan máta: Hetta snýr seg ikki um siðir ella vanar – hetta snýr seg um frelsu og frelsuvissu!

Alla tíðina mugu vit hava gleðiboðskapin sum barometur! Alla tíðina mugu vit kanna, um okkara siðir kunnu arbeiða saman við gleðiboðskapinum ella ei!

Sjálvandi er hetta ein serlig ábyrgd hjá leiðarunum í samkomuni – men eisini fyri tann einstaka kristna er tað týdningarmikið at vita, hvat tað er, hann byggir sína trúgv á.

Í míni fyrstu tíð sum trúgvandi brúkti eg nógva tíð at kanna meg sjálvan. Hvussu brennandi var eg? Hvussu nógv gjørdi eg fyri Jesus? Hvussu nógv vitnaði eg? Og so framvegis. Men hetta var við til at skapa stóran iva inni í mær. Ikki fyrr enn eg hevði verið trúgvandi í eini tvey ár, sá eg, hvussu ríkur eg var í Kristi! Ikki fyrr enn tá sá eg, at tað var hann og bara hann, sum frelsti meg.

LES EISINI  Augsburgska trúarjáttanin I: Gud

Eg dugdi als ikki at síggja, hvussu eg – ein syndari, sum ikki føldi og merkti Gud serliga væl – kundi kalla meg Guds barn. Men eg leitaði í Bíbliuni, í góðum kristnum bókum (serliga Rosenius: “Vejledning til fred!” og Luthers “Store Galaterbrevskommentar!”) og endiliga í einum gomlum sálmi eftir Kingo gekk tað upp fyri mær: “Onga tíð er frá mær váði, alla tíð er hjá mær náði.” Míni barnakor vóru ikki tongd at, hvussu eg føldi meg, hvussu nógv eg vitnaði og so framvegis, men eina og aleina var tað Guds náði, sum gav mær himmalsk barnakor.

Har kunnu uttan iva vera ymiskar frágreiðingar um, hví tað gekk so long tíð hjá mær. Men ein frágreiðing er ið hvussu er, at læran um gleðiboðskapin ikki var nóg greið. Hon var gjørd ógreið av míni egnu væntan um, hvussu eg skuldi merkja Gud – og hon var gjørd ógreið av læruni um fría vitnisburðin sum frelsandi.

Siðir kunnu vera góðir og eru við til at geva okkum eitt gott og trygt umhvørvi; men um siðirnir meir ella minni arbeiða ímóti Guds gleðiboðskapi, eiga teir at beinast av vegnum!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina