Tvær náttúrur

Tað hendi eitt fríggjakvøld. Vit í Radio Sotra høvdu vitjan av Jan Eriki, einum av teimum nýfrelstu frá einum møtiátaki á Landro í 1995, og av Nelly, ommu konu hansara.

Nelly hevði fingið bønarsvar hesar seinastu vikurnar. Trý í allarnærmastu familju høvdu givið seg yvir til Guds! Nú sótu tey í útvarpinum og søgdu frá…

– Tað er eitt sindur løgið, sigur Jan Erik. – Eg eri jú í veruleikanum tann sami sum áður. Tí hugsi eg viðhvørt, um tað er veruleiki, tað, sum eg havi upplivað. Hetta fortaldi eg ommu míni í bilinum á veg higar í útvarpið í kvøld.

Men tá segði omma: – Jú, tað er vist, Jan Erik. Tú ert hin sami sum áður. Og verður ongantíð ein annar enn tann, tú ert. Men samstundis er hent nakað við tær. Tú sansar, at nakað er broytt: Støðan til Bíbliuna, til Jesus og onnur kristin. Tað er heilt vanligt, tað, tú kennir.

Tað gamla er ikki broytt. Men nakað nýtt er føtt inn. Við síðuna av tí gamla.

– Og hetta var so, sigur Jan Erik. – Júst soleiðis er tað. Eg gjørdist so róligur, tá ið eg hoyrdi ommu siga hetta. Tað er vissuliga í lagi við mær kortini.

LES EISINI  Hvat er at biðja?

Mong kenna seg aftur í hesum, sum Jan Erik setir orð á.

Tað eru nøkur viðurskifti, sum gera ein bilsnan sum nýggjur kristin.

Ein av trupulleikunum, sum fyrr ella seinni kemur fram, lýsir Paulus í Rómverjabrævinum 7,19: “Tí at hitt góða, sum eg vil, geri eg ikki; men hitt illa, sum eg ikki vil, tað geri eg.”

Trupulleikin er hesin, at ein væntar størri broytingar í sínum egna lívi enn ta, ein upplivir. Harvið kemur spurningurin: – Eg eri jú hin sami. Er í veruleikanum nakað hent við mær? Fari eg ongantíð at verða øðrvísi?

Hetta var trupulleikin hjá Jan Eriki. Kanska er hann eisini tín?

Latið okkum seta trupulleikan á dagsskránna. Hvussu skulu vit greiða frá teimum innanspenningum, sum vit kenna í okkum? Hvat er tað fyri stríð, vit alla tíðina skulu berjast móti okkum sjálvum? Er hetta vanligt í lívinum hjá einum kristnum? Ella er tað tekin um, at okkurt er galið?

LES EISINI  At játta synd fyri menniskjum

Svar: Hetta er vanligt í lívinum hjá einum kristnum.

Tá ið Gud frelsir eitt menniskja, umvælir hann ikki okkara gomlu, óndu náttúru. Í staðin gevur hann okkum eitt nýtt lív.

Vit verða fødd av nýggjum! Tað gamla verður gamalt. Nakað nýtt verður føtt inn við síðuna av. Tað gamla kallar Bíblian “holdið”. Tað nýggja verður kallað “andin”.

“Men eg sigi: Gangið fram í andanum, og tá skulu tit als ikki fullføra girnd holdsins. Tí at holdið girnast móti andanum, og andin móti holdinum…” (Gal 5,16-17)

Kennir tú teg aftur í hesum orðunum? Takka Gudi fyri tað nýggja lívið! Og bið hann nú um hjálp til at skilja viðurskiftini millum tað gamla og tað nýggja menniskjað.

 

Til umhugsanar

Les hesi brot úr Bíbliuni: Róm 7,14-25 og Gal 5,13-26.

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina