Ukraina: Kríggið ávirkar bønarlívið

Í síðstu viku var tað 6 mánaðir síðan, Russland gjørdi innrás í Ukraina. Innrásin broytti mannalív í milliónatali. Og tað er ikki bert jarðiska lívið, ið verður ávirkað, tá menniskju verða fyri ógvisligum broytingum sum hóttanir og sorg. Eisini verður andslívið ávirkað. Sum Faðir Andriy greiðir frá til Associated Press: – At siga orðið, “Fyrigev” er ikki trupult. Men at siga tað av hjartanum … Júst nú, er ógjørligt.

Og mong siga, at bønarlív teirra er broytt, og tað eru serliga tvær orsakir til hetta. Tá tú dag og dagliga er so nær krígnum er tað rætt og slætt so nógv, tú hevur tørv á at leggja fram fyri Gudi. Fyri tað næsta, so uppliva mong fólk ta avbjóðing, at serliga eina bøn hevur Gud enn ikki svarað: Bønin um frið í landinum. Bønin um frið í lívi hins einstaka.

Nógvar bønir – og nógv bønarsvør 

– Mítt bønarlív var meira lagt til rættis og skipað áðrenn kríggið, sigur Denys Kondyuk, sum er leiðari fyri Deildini fyri missiologi á Evangeliskt Teologiska Seminarii Ukrainas. Hann sigur, at nú er bønarlívið merkt av teim mongu áheitanum frá fólki, sum biðja um forbøn. – Eg havi sæð Gud svara bønum frá mongum vitnisburðum frá fólki, ið sluppu undan sera vandamiklum støðum, men har eru enn – sjálvandi – mong, sum líða og doyggja.  

LES EISINI  Forbønarskeið verið í Hvalvík


Eisini Yuriy Kulakevych, sum er ovasti leiðari fyri útlendsk mál í ukrainsku hvítisunnukirkjuni, veit um nógv bønarsvar: – Eg eggi fólk okkara til at skriva niður bønir teirra, og somuleiðis, hvussu teirra bønir verða svaraðar, sigur Yuriy frá og heldur fram: – Tey eru ov mong til at kunna minnast til. Eg havi skotið upp at biðja, hvørja ferð loftávaringarnar kunnu hoyrast. Vit biðja sostatt munandi meira enn vit gjørdu fyrr. Og mest av øllum biðja vit um verju.
Hetta er nakað, Maxym Oliferovski, verkætlanarleiðari í Multiply Ukraine, kennir aftur: – Síðani kríggið byrjaði er mítt bønarlív vorðið sterkari og meira ágrýtið. Eg biði um undur og eg vænti, at tey henda, sigur hann og heldur fram: Eg havi longu sæð so mong undur fara fram.

Bønarsvarið, øll bíða eftir 

Og mangar lívsfrágreiðingar koma inn um bønarsvar í Ukraina í hesum døgum. Tíðindi vilja vera við, at fallskíggjahermenn, sum vórðu tveittir út yvir Ukraina, men vórðu av  vindinum bornir aftur til Hvítarusslands, har teir júst vóru komnir frá. Ein kvinna, nevnd Tiina Amos sigur frá um ein pápa, sum sat saman við samkomu síni og bað fyri soninum, sum ta løtuna var í stórum vanda á hermótinum. Brádliga ringdi sonurin og greiddi frá, at eitthvørt var hent í luftini. Nøkur kraftmikil blunk komið á himmalin og brádliga sleyrdi snarljósið niður. – Har sum fíggindin var staddur sóu vit nú stóra oyðing vera og ongin har kom undan hesum. Vit vórðu skelkaðir og skiltu ikki, hvat tað var, ið tók teir av lívi. Men fíggindin varð feldur av onkrum ókendum vápni, greiddi sonurin, sambært Tiina Amos, pápa sínum frá.

LES EISINI  Poddvarp: Føsta hjálpir okkum at sansa kristna boðskapin

Men har eru eisini nógvar bønir, ið ikki verða svaraðar. Í hvussu so er ikki á tann hátt, vit kundu havt ynskt tað. Og so er tað jú eisini hin størsta av øllum bønum, sum menniskju skríggja av hjartanum: Gud, gev okkum FRIÐ!!! Hendan bønin stendur enn ósvarað.

Eg royni ikki at hugsa ov nógv á ósvaraðar bønir – eg haldi bert fram at biðja, sigur Yuriy Kulakevych, og heldur á: – Sálmarnir hava verið ein sera virðismikil fylgisneyti, tí orð Guds líva upp, leiða og grøða sál okkara.

 – Teir seinastu seks mánaðirnir hava verið ráir og sera ógvisligir, sigur hann, áðrenn hann kemur við eini áheitan til okkum øll um at biðja um Guds undurfullu endurreisn í lívi teirra, so tey ikki missa málið úr eygsón at bera kærleika Guds og bjarging hansara til ukrainska fólkið.

Eisini Denys Kondyuk sigur, at tað manglandi svarið upp á bønina um frið, fær nógvar ukrainar til at søkja sær troyst og ugga í Bíbliuni. – Nógvir ukrainar finna troyst í bíbliuørindum, sum staðfesta, at Gud er ein rættvísur Gud. Serliga tey ørindi, ið leggja dent á, at vit ikki kunnu vænta okkum ov nógv frá menniskjum. Meðan finna onnur frið í tí, at Skriftin gevur okkum tey lyfti, at okkara líðingar her á jørð er bert eitt stutt tíðarbil, meðan vit bíða eftir Guds ríkis komu.

LES EISINI  Til tín, sum biður

Hví?? 

At endanum geva vit her orðið til Taras Dyatlik, sum er leiðari fyri deild Scholar Leaders Internationals í Eysturevropa og Miðasia:
Biðið fyri kvirrum náttum og friðarskýggjum. Kanska svarar Gud okkum, kanska svarar hann ikki. Men vit koma framhaldandi fram fyri hann við okkara bøn at vísa náði fyri okkara land og kirkju.
Men vilja tit ikki brúka tíð saman við teimum, tit elska? Um kríggið nakrantíð kemur til tykkara, so brýtur tað vindeyga til sál tykkara. Kríggið ger sálina døkka og gráa og sýgur úr allar litir úr eygu tykkara. Tey ið verða vegin, koma aldri aftur at kyssa hond á kvinnu, høvdið á barni ella kinn foreldranna.
Hvønn dag falla 30-50 hermenn og óteljandi vanligir borgar við. Hvønn einasta dag hoyri eg, at onkur av mínum kenningum er fallin fyri russum.
Mín einasti spurningur nú er: Hvussu leingi, Harri? Hví, Harri?


Kelda: – Endurgevingar frá Christianity Today  

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina