Ukrainska Bíbliufelagið

9.3.2022

Góðu vinir,

Vit hava tað øll gott, tøkk fái Gud! Enn einaferð takk fyri bønir og hjálp tykkara annars at stuðla tjóð okkara í hesum sera truplu tíðum.

Allastaðni er støðan sera spent – og meðan eg skrivi hetta, fáa vit boð um loftverju ávaringar úr fleiri ukrainskum býum. Hernaðarliga trýstið og intensiteturin er minkaður eitt vet, og sær tað út til, at russarar hava avbjóðingar við logistikki og mugu teir helst umskipa teirra hernaðarstyrkina til næstu álopini. Kortini halda ógvuslig sløg fram millum partarnar. Russiski herurin heldur á at bumba sivil mál sum sjúkrahús og skúlar í grannalagnum og somuleiðis royna teir at forða fólki at rýma og fremja skammilig brot á mannarættindini. Vit heita á tykkum serliga at byðja fyri Mariupol, ið er kringsett – tað, ið fer fram har er veruligt fólkadráp. Sambært varaborgarstjóranum, so eru meira enn 1.200 fólk deyð har seinastu tvær vikurnar.

Okkara fólk royna at tæna best møguligt. Men býurin Kherson er enn á russiskum hondum, meðan støðan í Kharkiv er batnað eitt sindur og hetta hevur fingið nøkur fólk til aftur varisliga at hætta sær útum. Meira neyðhjálp er við at koma, og hóast atkomumøguleikarnir eru rættiliga avmarkaðir, so er tørvurin enn sera stórur, serliga á sjúkrahúsum.

Fólk okkara í Kiev hava starvast ótroyttiliga at hjálpa kirkjum og fólki. Hjálpt fólki at taka seg aftur frá býnum, Irpin, og at koma við mati og øðrum saman við Bíbliunum. Býurin verður rætt og slætt bumbaður og fregnartænasta okkara ávara okkum um, at fíggindin fyrireikar enn eitt álop fyri at taka bíin. Í býnum, Lviv í vestara parti av landinum koma alt fleiri flóttar, so okkara fólk hava úr at gera við at stuðla sjálvbodnum til praktiska hjálp og at lata Bíbliur.

Veruliga, lovið Honum mitt í okkara royslum og angist, tí hann er nær hvørjum einstøkum av okkum.
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina