USA: Biografar vilja ikki vísa filmin um fosturtøkulæknan Gosnell

Filmurin “Gosnell – The Trial of America’s Biggest Serial Killer” varð frumsýndur í biografum í USA tann 14. oktober. Men nú hava næstan 200 biografar steðgað sýningunum, uttan at siga hví.

– Tey 15 árini, eg havi starvast innan filmsvinnuna, havi eg ongantíð upplivað slíkt, sigur John Sullivan, sølustjóri, við Daily Wire. Undran hansara kemst ikki minst av tí, at filmurin hevur ligið sum tann 6. ella 9. mest seljandi filmurin í summum av teimum biografum, ið nú eru givnir at vísa hann. – Tað má hava nakað við innihaldið at gera, heldur hann.

Filmurin snýr seg um fosturtøkulæknan Kermit Gosnell úr Philadelphia, sum varð dømdur sekur í trimum morðum í 2013. Fosturtøkuklinikkin hjá Gosnell vísti seg at vera eitt ‘ræðslukabinet’ við mongum líkpørtum av fostrum, sum vóru tikin eftir 24. viku.

Fleiri biografar siga við kundarnar, at tað er útselt til sýningarnar, hóast hetta ikki er satt. Facebook hevur eisini steðgað lýsingum fyri filminum um Gosnell.

LES EISINI  Menn í kjóla um fosturtøku

– Talan er um eitt átak frá teimum, sum taka undir við fosturtøku. Tey vilja ikki, at fólk skulu kenna sannleikan, siga framleiðararnir av filminum um Gosnell.

Kelda: Udfordringen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina