“Vápn okkara eitur bøn”

Mong kristin eru í Ukraina, og tey tosa frímóðiga um trúnna mitt í ófriðinum.

– Savnið tykkum teir mest týðandi lutirnar og farið so í bumbuskýlini í góðari tíð. Men latið ikki óttan ráða. Latið okkum líta á Harran og ikki verða panikktikin, ljóðaði eggjanin á einum prestaseminari í Kiev dagin aftaná innrásina, 24.3.2022.

Tey kristnu í Ukraina eggja heiminum øllum at biðja við orðum, tí bønin er “vápn okkara” skrivar Christian Headlines

’Óttist ikki!’

“Minnist til, hvussu ofta Gud í orði sinum sigur: “Óttist ikki,” skrivaði Kiev Theological Seminary á Facebook. Skúlin hevur samstundis eisini eggjað teimum lesandi til at ganga grannum teirra til handa við eitt nú at pakka og útvega teimum eina goymslu av mati og øðrum neyðsynjarvørum í góðari tíð. Heilsanin frá seminarinum hevði tekstin frá Jesajas 41,10: “óttast ikki, tí at eg eri við tær, lat ikki hugin bila tær, tí at eg eri Guð tín, eg styrki teg við høgru hond rættlætis míns, eg hjálpi tær og styði teg.

Seminarið í Kiev eggjar til bøn fyri: Ukraina, ukrainska herinum og at “fíggindin steðgar ágangi sínum og verður við undirlutan, so kirkjan í Ukraina aftur fær høvið til at tæna samfelagnum”.

Vápnið

Alt meðan tey døma russiska álopið, hava tey kristnu í Ukraina gjørt av, at tey vilja standa føst og vera eitt ljós í heiminum uttan mun til kríggið. Valery Antonyuk, sum er leiðari fyri Ukraines Baptist Union, endurgav Sálm 23 í eini sjónvarpsheilsan. Samstundis mælti hann fólki um allan heim til at biðja við orðunum um, at bøn er “vápn okkara í ófriðartíð”.

Kristna útvarpið heldur fram

New Life Christian Radio, ið hevur skrivstovur í strandabýnum, Odessa, hevur enn nøkur fá starvsfólk til arbeiðis, hóast russisku hermenninar í økinum. Starvsfólkið ætlar at vera verandi har á staðnum til tey verða noydd og rikin burtur, stendur at lesa á heimasíðu útvarpsins.

New Life Christian Radio, ið varpar út kristnar sendingar um alt Ukraina og eisini inn í Russland, kann hoyrast á FM, umvegis fylgisvein og via internetið.

New Life Radio stendur fast uppá at senda boðskapin um Kristus og gleðiboð hansara í vissuni um, at menniskju í Russlandi og í Ukraina hava stóran tørv á at kenna Frelsara okkara, ið hevur fullkomið tamarhald á hendingunum í heiminum,” staðfestir NLCR.

– Savnið tykkum teir mest týðandi lutirnar og farið so í bumbuskýlini í góðari tíð. Men latið ikki óttan ráða. Latið okkum líta á Harran og ikki verða panikktikin

Eisini felagskapurin, Open Doors sigur frá, at tey kristnu í Ukraina, ið ikki hava gloymt forfylging og kúging undir gamla Sovjetsamveldinum fram til 1991, er fult avgjørdur um at luta gleðiboðskapin við onnur. Ukraina er “eitt tað mest kristna landið í Evropa”, skrivar CH og vísur til, at 78% av fólkinum kenna seg sum part av ortodoksu kirkjuni, 10% eru rómversk katólsk, meðan 2% eru evangelisk kristin.
Udfordringen: Bodil Lanting

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina