– Vert at seta lívið í váða fyri at gera tað rætta
Sakførarin Saif ul-Malook er muslimurin, sum vardi kristnu Asia Bibi í sakini móti henni um gudsspottan. Nú Bibi endiliga er fræls, má ul-Malook liva undir drápshóttanum.
Bibi er kristna kvinnan, sum hevur sitið meira enn níggju ár í fongsli við einum deyðadómi móti sær. Í oktober í fjør varð hon fríkend fyri ákæruna um gudsspottan, og í januar vísti hægstirættur í Pakistan einum kravi um at broyta fríkenningina frá sær.
– Nú kann eingin mæla ímóti fríkenning hennara. Tað er sligið fast í pakistansku grundlógini, greiðir Saif ul-Malook frá fyri Kristelig Pressekontor (KPK).
Hann førdi sakina móti Asia Bibi í hægstarætti og varð saman við dómarunum hóttur eftir lívinum av víðgongdum muslimum eftir fríkenningina. Nú er hann í Noregi, saman við Sajid Christopher Paul frá felagsskapinum Human Friends Organization, sum stuðlar og samstarvar við Stefanusalliansen. Ørindini í Noregi eru at tosa um ekstremismu og trúarfrælsi í Pakistan. Teir skulu millum annað luttaka í einum pallborði undir einum altjóða dokumentarfilmfestivali í Oslo.
Stríðir heldur fram
Hóast ul-Malook rýmdi úr Pakistan av ótta fyri sínum egna lívi, er hann ikki givin at verja minnilutar móti misnýtslu av landsins blasfemiparagraff. Meðan KPK hevur samrøðu við hann, verða tey avbrotin av eini telefonuppringing frá familjuni hjá eini aðrari kristnari kvinnu, sum er dømd til deyða fyri gudsspottan í heimlandinum.
– Eg fari aftur til Pakistan at verja hana í kærumálinum, og eg eri vísur í, at vit eisini kunnu vinna hetta málið, sigur sakførarin.
Hann stúrir fyri síni egnu trygd, men heldur, at tað er betri at verða dripin enn at lata vera við at gera tað rætta.
– Vit skulu øll doyggja einaferð. Um tey víðgongdu drepa meg, fari eg at verða mintur sum ein djarvur maður. Annaðhvørt eg doyggi ella yvirlivi, kann arbeiði mítt føra til broytingar í Pakistan og gera nakað við misnýtsluna av blasfemiparagraffini, sigur ul-Malook.
Sakførarin varð eisini hóttur, tá hann umboðaði ákærumyndugleikan í málinum móti Mumtaz Qadri, lívverjanum sum drap guvernørin í Punjab, Salman Taseer, tá hann hevði funnist at misnýtsluni av blasfemilógini. Qadri fekk deyðadóm, og síðani hava víðgongd í Pakistan heiðrað hann sum pínslarvátt.
Mannamúgvan hóttir lokalan rætt
Sakførarin greiðir frá, at so gott sum hundrað prosent av teimum, ið verða ákærd fyri gudsspottan í Pakistan, verða dømd sek í fyrsta rættarinstansi.
– Tá onkur ákærir onnur fyri gudsspottan, hava tey ofta eina fjøld uppá túsund mans við sær. Løgreglan á staðnum og rættarverkið tora tá vanliga ikki at gera annað enn seta persónin í fongsul og døma hann. Tað er á hesum stigi, at vit mugu styrkja innsatsin, um vit skulu sleppa av við misnýtsluna av blasfemilógini, sigur ul-Malook og vísir á, at umleið 80 prosent av teimum, sum verða ákærd fyri gudsspottan, sjálv eru muslimar.
– Tey fáa ikki sama altjóða uppmerksemi, sum onkur av málunum móti kristnum fáa, leggur hann afturat.
Sjálvur heldur ul-Malook, at muslimar sum hann sjálvur áttu at fingið meira altjóða viðurkenning.
– Ikki fyri mína egnu skuld, men fyri at hjálpa ofrunum og skapa broyting. Um aðrir sakførarar sóu, at eg fekk stóra viðurkenning fyri mín innsats, høvdu fleiri torað at farið á føtur fyri tey veikastu og á tann hátt skapt eina broyting í samfelagnum, sigur hann.
– Lítil, larmandi og harðligur bólkur
Hann heldur ikki, at mótmælini og deyðshóttanirnir, aftaná at Bibi varð fríkend, umboða hugburðin hjá meirilutanum av fólkinum í Pakistan, men at tær heldur stava frá einum lítlum bólki av víðgongdum.
– Tey eru fá, men larma sera nógv og eru sera harðlig. Tey kalla seg muslimar, men eg vil ikki siga, at tey eru tað. Tað stendur jú í Koranini, at tá tú drepur ein ósekan persón, drepur tú alla mannaættina, sigur hann.
Sakførarin heldur, at hann sum muslimur hevur eina skyldu til at arbeiða til frama fyri menniskju úr kristna minnilutanum.
– Í Koranini stendur greitt, at vit skulu taka okkum av teimum veikastu og mest viðbreknu í samfelagnum, sigur hann.
Kelda: Kristelig Pressekontor