Video av djúpasta yvirgangstunli hjá Hamas

Kom við 70 metrar undir jørðina á markinum til Gasa.

Í oktober 2020 boðaði ísraelski herurin, IDF, at teir høvdu avdúkað djúpasta tunnilin nakrantíð, ið verður nýttur til yvirgangsvirksemi. Hesin tunnil var umleið 70 metrar undir jørð.

Umleið hálvtannað ár seinni eru videoupptøkur almannakunngjørdar frá tunlinum. IDF hevur nevniliga bjóðað Channel 12 at koma við ein túr undir jørð.

Ísraelski hermaðurin, ið sum fyrsti ísraelin fór inn í tunnilin í 2020, vísti einum tíðindamanni tunnilin.

Ein filmsupptøka frá hesum túri sæst á hesi leinkju

Síðsta ár varð Ísrael liðugt at gera ein betongmúr undir jørð, sum er gjørdur fyri at steðga hóttanunum frá yvirgangstunlunum. Múrurin er bygdur nakað inni á ísraelskari jørð. Og tunnilin varð avdúkaður aftaná, at hann var farin inn um markið millum Ísrael og Gasa – men áðrenn hann hevði rakt við betongmúrin. Hamas, ið hevur gjørt tunnilin, var komin meir enn 20 metrar inn á ísraelskt øki, verður sagt.



Vóru í holt við arbeiðið

Hann lýsir eisini, hvussu tað kenst at uppihalda seg á slíkum stað:

“Pulsurin er høgur, og tú ert støðugt á varðhaldi. Tú fer fram við vápninum frammanfyri teg og allir sansir eru fult virknir. Tað er bert frammanfyri og aftanfyri.”

Tunnilin er bert eitt vet breidri enn ein persónur og tú fært tí eina klaustrofobiska kenslu at ganga har niðri í myrkri. Tunlarnir hava verið ein stór hóttan móti Ísrael. Undir krígnum við Hamas í 2014 løgdu teir 30 slíkar tunlar í oyði – seinni hava teir beint fyri 20 fleiri av hesum tunlum. Og stutt herfyri gjørdist ísraelar lidnir við undirjørðiska múrin, ið skal verja Ísrael móti óvæntaðum álopum í framtíðini. Múrurin hevur følarar, sum kunna skráseta graviarbeiði í nánd. Tað vóru hesir følarar, ið gjørdu, at IDF í 2020 kundi avdúka henda tunnil djúpari niðri, enn áður sæð, og sum almenningurin nú hevur fingið høvið at síggja við egnum eygum.
Ordet og Israel: Anders Hjort Vindum

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina