Vinnarin av SIMBA páskakappingini er funnin!

Systkini, Dina, Lassi, Pætur og Elisabet fingu íblástur av páskakappingini, til at gera tríggjar filmar sum lýsa páskaboðskapin so sera væl. Heilt ótrúliga flott má sigast og kreativt á einum høgum støði!
T I L L U K K U – tit hava vunnið eitt stórt páskaregg.
Vit hava fingið fleiri kreativ boð uppá páskaboðskapin sendandi inn og vit fara at vísa eina myndarøð í komandi viku. Takk til øll sum vóru við!

Gleðiligar páskir ynskir tykkum øllum! Krossur er tómur, grøvin er tóm. Jesus reis upp og hann livir! Hann doyði fyri teg og meg, soleiðis at vit kunnu eiga eitt pláss í himli ein dag.

Filmarnir kunnu síggjast her:
(Systkini hava gjørt alt sjálvi)

Pálmasunnudag:
https://www.facebook.com/groups/722200767857599/permalink/2835128349898153/

Skírisdagur
https://www.facebook.com/groups/722200767857599/permalink/2836944553049866/

Langafríggjadag:
https://www.facebook.com/groups/722200767857599/permalink/2839154052828916/