Yngra ættarliðið saknar gráu hárini

Vilt tú vera andalig mamma/pápi fyri onkran yngri? 

Bók: ”Åndelige forældre søges”

Rithøvundur: Torbjørg Oline Nyli

Forlag: Prorex, 2016

”Grá hár ynskjast”, sigur rithøvundurin. Nógv eldri fólk kenna tað kanska soleiðis, at tey hava einki at bjóða yngru ættarliðunum. Kanska tey kenna seg ókul og ótíðarhóskandi. Men støðan er heldur tann, at yngra ættarliðið saknar tey eldru og hevur tørv á at hava andlig foreldur, ið kunnu vera um tey, biðja fyri teimum og hjálpa teimum gjøgnum andligar bardagar í lívinum. Kanska kennir tú teg ikki ”nóg góðan” at kunna vera ein vegleiðari fyri einum yngri, men tann yngri leitar ikki eftir fullkomnum fólkum, sum altíð hava rætta svarið. Heldur vilja tey møta eldru menniskjum, sum tora at vera ærlig eisini um sítt lív ”på godt og ondt”, menniskjum sum vilja vera til staðar.

Bókin er sera spennandi og løtt at lesa. Tað verður tosað við fleiri, ið kenna tað sum eitt kall at “vera har” fyri yngri í trúnni. Eisini verður tosað við ung, sum seta orð á sín tørv. Og bókin vísir eisini á bíbilsk dømi, har ein sær andlig foreldur í verki.

Tað eru nógvir mátar, hvussu ein kann vera andlig foreldur. Vit eru ymisk, og ein slík tænasta verður myndað av tí. Men hevur tú hjarta fyri yngra ættarliðnum, so er hetta ein bók til tín, har tú fært íblástur og ítøkilig ráð til hesa tænastu. Bókin vendir sær eisini til tey ungu, sum ynskja sær andlig foreldur.

Næsta ættarliðið tørvar tey eldru, tínar royndir, tína trúgv á Jesus. Nógv ung leita eftir andligum foreldrum, men fá bjóða seg til tíverri. Kundi hetta verið eitt kall til tín?

 

Bókin kostar einans 150 krónur, og fæst til keyps á keyp.mission.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina