Jesus veri við tær

”Og teir fóru og vaktu hann og søgdu: »Harri, bjarga okkum! Vit ganga burtur!« ”
Matt.8,25

Í slupptíðini (Uml.1870-1940) hevði várið sín serliga dám á hvørjum ári.

Tá fóru allir fiskimenninir avstað á Suðurlandið í februar, mars aftaná heimaleguna um veturin. Tann dagin, teir fóru, gingu teir hús úr húsi (á garðinum) í tí lítlu bygdini og søgdu farvæl. – Heilsanin, heimafólkið gav hvørjum einstakum við umborð var: ”Jesus veri við tær!”

Og aftursvarið var: ”Jesus veri eftir!” Henda heilsan hoyrist enn tíbetur, men tað er, sum vigaði hon meira í fólkamunni, tá ið skipini vóru vánaligari, túrarnir heldur langir og einki radiosamband, eingi veðurtíðindi – tað var, sum Jesus var størri, og vit menniskju máttleysari í tilveruni. Men veðurtíðindini verða ongantíð so álítandi, radiosambandið ongantíð so vælgjørt og skipini ongantíð so sterk, at Jesus eigur at minka og gudstrúgvin at kámast hjá okkum.

Ongantíð eiga vit at gloyma søguna um harðveðrið á Genesaret vatni, tá ið Jesus hótti at vindi og aldum, og tað varð blikalogn. Ongantíð eiga vit at gloyma at biðja Jesus vera við fiskimonnum okkara umborð, og hin standandi kirkjubønin, um at Jesus skal vera innanborða hjá teimum við Anda sínum og varðveita teir, má ikki bert vera tóm orð í munni okkara hvønn sunnudag, tí Jesus er enn tann maður, ið bæði vindur og veður eru lýðin.

Og mangir av okkara egnu sjómonnum hava sannað, at tá ið teir í deyðavanda róptu: ”Harri, bjarga okkum”, tá vísti Jesus, hvør maður hann var.

Men Jesus vil hava okkum at kalla á seg hvønn dag, tí hvør dagur er okkum ein neyðardagur, annaðhvørt vit eru á sjógvi ella á landi, og hvussu trygt samfelagið so tykist at gera lív okkara.

”Lat meg minnast, at tú valdar
bæði yvir hav og lond;
tá vilt tú meg allan aldur
styðja væl við tíni hond.”
n